Politikkur

Føroyingar skulu ráða í egnum landi

...

2019-05-14 15:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er umráðandi, at næstu stigini á sjálvstýrisleið eru væl skipað, so sjálvræði føroyinga mennist í tryggum búskaparligum kørmum

Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Tað er tjóðskaparliga stavnhald Fólkafloksins.

Hetta sæst í stevnuskrá floksins, sum er borin í hvørt hús nú um dagarnar. Tað er kortini avgerandi, at tjóðskaparliga framtíð Føroya verður løgd í eina trygga tilgongd, sum samstundis tryggjar vælferð og vøkstur í Føroyum.

Líka síðani Fólkaflokkurin var stovnsettur í 1939, hevur flokkurin verið kjølfestur í eini sjálvbjargnishugsjón, bæði hvat okkara vinnulívi, fólki og tjóð viðvíkur. Hesi frælsishugsjón arbeiða vit í Fólkaflokkinum framvegis eftir. Vit vilja tryggja, at persónligt frælsi hjá borgarum og ikki minst tryggir vinnuligir karmar eru lykilin til vælferðartænastur til allar borgarar og einar fíggjarliga sjálvbjargnar Føroyar.

Hvat kann vera størri hjá landi og fólki okkara enn at prógva í verki, at vit megna at standa á egnum beinum uttan stuðul frá aðrari størri tjóð. Sjálvbjargni er helst fremsta aðalmál hjá flestu okkara, og henda frælsishugsjónin eigur at ala okkum upp til at trúgva upp á egin evni og einar fíggjarliga sjálvbjargnar ??? og ikki minst sjálvstøðugar Føroyar. Metstóri búskaparvøksturin síðstu árini, eitt søguliga fíggjarliga sterkt og fjølbroytt vinnulív, einki arbeiðsloysi og avlop landskassans, tó at tey kundu verið størri, eru góð tekin um, at vit eiga at kunna taka størri stig á sjálvstýrisleið í komandi tíðum.

Eg trúgvi, at tíðin er komin, at vit kunnu taka størri stig á sjálvstýrisleið og frameftir tryggja sjálvsræði í okkara egna landi. Síðstu 73 árini undir heimstýrislógini hava eisini prógvað, at vit við tíðini hava megnað at yvirtikið flestu málsøkir, og at vit nú einans hava nøkur fá, men tó fíggjarliga tung málsøkir eftir at yvirtaka, áðrenn vit røkka endaliga málinum um einar sjálvstøðugar Føroyar.

Mín støða til framtíð Føroya er greið. Fíggjarligt sjálvbjargni skal raðfestast hægri enn at kvetta alt samband við Ríkisfelagsskapin í óðum verkum eftir stuttari tíð. Vit skulu tó taka endaligt tjóðskaparligt frælsi í Føroyum, vónandi um nøkur fá ár, tá ið vit greitt hava prógvað, at vit megna at tillaga rakstur Landskassans soleiðis, at vit onga ríkisveiting tørva úr Danmark.

Hesum tjóðskaparliga máli hjá føroysku tjóðini vil eg arbeiða fyri, veri eg valdur inn á ting.

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Valevni Fólkafloksins

- Vilji og dirvi til broytingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder