Føroyska sjúkrahúsverkið kostar eina millard árliga. Tað er ein stór avbjóðing at loysa trupulleikarnar í heilsuverkinum, tí fólkastreymurin inn á sjúkrahúsini er vaksandi. Játtanir røkka ikki og sjúkrahúsverkið má fáa eykajáttan oman á eykajáttan.
Tað er tí alneyðugt at vit seta heilsufremjandi átøk í verk.
Tað at sjúkrahúsverk kosta nógv, er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi. Tað gera tey allastaðni. Ein stór orsøk til tað eru lívsstílssjúkur sum diabetes 2, hjarta og æðrasjúkur, krabbamein, beinbroyskni og sálarligir trupulleikar. Ein avleiðing er ofta, at fólk við tíðini fáa eina lægri lívsgóðsku, hava trupult við at røkja síni størv og kosta samfelagnum nógvar pengar.
Ein bólkur av heilsustarvsfólki her heima - serfrøðingar hvør á sínum øki - hevur sett sær fyri at gera nakað munagott við keðiligu gongdina . Tey ynskja at taka um rótina til trupulleikarnar heldur enn bara at viðgera symptomini. Tey ynskja at gera eina heildarætlan fyri alt tað føroyska samfelagið til tess at steðga keðiligu gongdini.
Formaðurin í fólkaheilsuráðnum ger vart við, at tað grundleggjandi er tørvur á eini fyribyrgjandi heildar heilsuætlan fyri alt tað føroyska samfelagið. Neyðugt er at koma á tal við fólk longu á barnaárum og har fáa grundfest teir góðu vanarnar.
Vit ynska øll at vera frísk og røsk, vera væl fyri og hava góða lívsgóðsku. Ongin av okkum ynskir heldur at taka heilvág. Góð lívsgóðska er ein tann mest tíðandi parturin í lívi okkara. Tað verður ofta tikið til, at tá heilsan er góð, so megnar ein næstan alt.
Flestu okkara vita ofta, hvat skal til fyri at bøta um heilsustøðuna, men fáa ikki rættiliga tikið okkum saman til tað, ella steðga upp á hálvari leið. Kanningar hava víst, at tað, sum ofta manglar er køn vegleiðing og neyvt eftirlit. Uttan køna vegleiðing og neyvt eftirlit gerst úrslitið ikki optimalt. Tí hava hesi heilsustarvsfólkini eina ætlan um at seta saman eitt toymi, ið kann hjálpa teimum, sum ikki megna hetta sjálvi.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg legði uppskot fram um at játta 750.000 kr til hesa verkætlan. Einans 6 løgtingslimir tóku undir við uppskotinum og ein stemma var blank, tí fall tað. Sjálv atkvøddi eg fyri uppskotinum. Hetta fær tó tíbetur ikki eldsálirnar í heilsuframa at missa mótið og tey halda áfram. At uppskotið fall, kemur at seinka arbeiðnum. Eg eri sannførd um, at hetta er rætti vegurin at fara, og at henda ætlanin má og skal halda áfram. Tað fer at bøta um lívsgóðsku okkara og fer í longdini at spara heilsuverkinum nógvan pening. Tað skal ofta lítið til fyri at gera stóran mun.
Heilsuarbeiði er globalt arbeiði, og tað hevði verið stuttligt, um vit kundu sett Føroyar á heimskortið, sum fyrsta landið, ið setti eina slíka fyribyrgjandi heildar heilsuætlan í verk. Alt annað líka, so skuldi verið lættari at sett hetta í verk í Føroyum við einans 50.000 fólkum enn í øðrum størru londum. Vit kunnu gerast fyrimynd og globalt model á økinum.
Hetta er eitt týðandi stig á leiðini móti málinum, at vit føroyingar við tíðini fáa heimsins bestu fólkaheilsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald