Føroyar skulu komandi ár hava ein stóran lut í danska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið. Føroyar skulu standa á odda fyri eini orkuverkætlan, ið snýr seg um at tryggja grøna orku til oyggjar og avbyrgd øki. Umhvørvisstovan stendur á odda fyri verkætlanini.
???Føroyar høvdu bæði í 2005 og í 2010 ábyrgd fyri pørtum av danska formansskapinum. Hetta royndist væl. Tað er eitt natúrligt framhald av hesum, at vit nú átaka okkum ein enn størri leiklut, har vit eisini koma at hava politisku leiðsluna innan fiskivinnu-, landbúnaðar- og matvøruøkið. Við hesum vísa vit enn einaferð, at vit bæði duga og vilja luttaka í norðurlendska samstarvinum á jøvnum føti við okkara norðurlendsku grannar.??? sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Á ársfundi Norðurlandaráðsins í dag hava danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen, føroyski samstarvsráðharrin Kaj Leo Holm Johannesen og grønlendski samstarvsráðharrin Vittus Qujaukitsoq lagt fram skránna fyri danska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2020. Føroyski samstarvsráðharrin legði fram skránna vegna løgmann, sum luttekur til tiltak hjá kongshúsinum um ríkisfelagsskapin.
???Formansskapurin er eitt gott høvi hjá Føroyum at átaka okkum ein virknan leiklut og standa á odda fyri eini stórari norðurlendskari verkætlan. Vit gleða okkum at bjóða okkara samstarvsfeløgum til Føroyar at viðgera, hvussu vit tryggja burðardyggar orkuloysnir til oyggjasamfeløg og avbyrgd øki.??? sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri.
Yvirskipaða heitið á formansskapinum er ???Fælles om fremtidens løsninger???, og endamálið er at vísa á loysnir, ið fara at menna og styrkja okkara samfeløg, eisini í framtíðini. Tríggjar stórar verkætlanir verða settar í gongd í eitt trý-ára skeið.
Formansskapurin í 2020 er tann fyrsti, ið skal arbeiða út frá nýggju visjónini, ið stjórnarleiðararnir fyri norðurlond samtyktu í august í ár. Visjónin setir kósina fyri hvussu Norðurlond skulu verða tann mest burðardygga og samansjóðaða regiónin í heiminum í 2030.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald