Politikkur

Føroyar vilja hava eitt burðardygt Arktis

...

2021-05-20 17:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður hevði orðið í arktiska ráðnum í Reykjavík fyrrapartin, har hann millum annað legði dent á føroyska leiklutin í arktis, og vaksandi týdningin hjá arktiska ráðnum í sambandi við veðurlagsbroytingar.

???Fyri Føroyar er eitt burðardygt Arktis altavgerandi. Okkara havøki er næstan 200 ferðir so stórt sum okkara landøki. Vit eru søguliga ávirkað av og bundin av havinum ??? eisini arktiska havinum. Tí eru vit tilvitað um veðurlagsvandan og møguligar avleiðingar av teimum,??? segði løgmaður millum annað í røðuni.

Áðrenn fundin fekk løgmaður millum annað amerikanska uttanríkisráðharran Anthony Blinken og russiska uttanríkisráðharran Sergej Lavrov.

Seinnapartin í dag fer løgmaður á fund við íslendska uttanríkisráðharran Guðlaug ??ór ??órarson.

Arktiska ráðið samtykkir strategiska ætlan

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur arktiska ráðið lagt til rættis og samtykt eina niðurskrivaða ætlan fyri framtíðina í arktiska økinum.

Okkara havøki er næstan 200 ferðir so stórt sum okkara landøki. Vit eru søguliga ávirkað av og bundin av havinum ??? eisini arktiska havinum.
Bárður á Steig Nielsen

??tlanin, sum limalondini hava arbeitt við, og sum íslendski formansskapurin hevur staðið á odda fyri, er býtt í trý høvuðsøki: (1) umhvørvisverja, (2) burðardygg sosial og búskaparlig menning og (3) eitt styrkt arktiskt ráð. Arktis hitnar tríggjar ferðir skjótari enn flest onnur øki í heiminum, og tí fyltu veðurlagsbroytingar nógv á fundinum hjá arktiska ráðnum fyrrapartin.

Íslendski formansskapurin í arktiska ráðnum endar í dag, og Russland tekur yvir formansskapin næstu tvey árini.

Myndir: Løgmaður skiftir orð við amerikanska, russiska, danska og norska uttanríkisráðharran áðrenn fundin í arktiska ráðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder