Politikkur

Føroyar verða raðfestar í nýggju politiavtaluni

...

2020-04-29 13:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Danski løgmálaráðharrin, Nick Hækkerup, sigur í svari uppá fyrispurning frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni hjá Sambandsflokkinum, at føroysku og grønlendsku umboðini á Fólkatingi verða tikin við í samráðingarnar um nýggja politiavtalu.

Í svari uppá fyrispurning frá Edmundi Joensen sigur løgmálaráðharrin, at norðuratlantisku løgregludømini eru øðrvísi enn løgregludømini í Danmark, t.d. tá talan er um geografi, infrakervi, uppgávurøkt og kriminalitetsmynd. Eisini eru stórir munir á Føroyum og Grønlandi. Hetta fer sjálvsagt at mynda eina komandi politiavtalu, sum eisini fevnir um føroysku løgregluna.

Edmund Joensen fegnast um, at føroyska løgregludømið verður raðfest í nýggju politiavtaluni. Hann hevur í fleiri ferðir gjørt vart við vantandi raðfestingina av føroysku løgregluni. Til dømis er avlurtingarpakkin, sum var samtyktur í 2015, ikki er farin at virka enn, KT-skipanirnar hjá føroysku løgregluni eru ikki dagførdar og umstøðurnar til skotvenjing í Føroyum eru ikki nøktandi. Hetta fer hann eisini at taka upp við løgmálaráðharran í samráðingunum um nýggja politiavtalu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder