Politikkur

Føroyar til ST-hoyring í Universal Periodic Review (UPR)

...

2021-05-12 16:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hin 6. mai 2021 var hoyring fyri kongsríki Danmark í Universal Periodic Review, stytt UPR.

Hoyringin tók fyrst og fremst støði í UPR-frágreiðingini, ið varð latin inn fyrst í februar 2021. Talan er um eina felags frágreiðing frá øllum kongsríkinum, har Føroyar og Grønland fingu tillutað eitt avmarkað pláss til sjálvstøðuga frágreiðing. Frágreiðingin skuldi í høvuðsheitum fevna um tær lógir og lógarbroytingar, ið eru framdar síðani seinastu hoyring í 2016, til tess at bøta um mannarættindastøðuna í Føroyum, umframt uppfylging av teimum tilmælum, ið Føroyar fingu til síðstu hoyring.

Hoyringin byrjaði við, at uttanríkisráðharrarnir - Jenis av Rana vegna Føroyar, Pele Broberg vegna Grønland og Jeppe Kofod vegna Danmark - hildu hvør sína stutta innleiðandi røðu. Í sjálvari hoyringini settu eini 115 lond kongsríkinum spurningar og umframt sjálvari frágreiðingini, ið varð latin inn í februar, tóku londini eisini støði í frágreiðingum og hoyringum í teimum sáttmálum, Føroyar eru fevndar av, sum hava verið seinastu árini; hesi er m.a. kvinnurættindasáttmálin (CEDAW), sáttmálin um sosial, búskaparlig og mentanarlig rættindi (CESCR), barnarættindasáttmálin (CRC), sáttmálin um at basa mismun vegna rasu (CERD) og breksáttmálin (UNCRPD).

Til hoyringina 6. mai 2021 fingu Føroyar fylgjandi tilmæli:

  • At ein óheftur mannarættindastovnur verður settur á stovn í Føroyum
  • At seta í verk átøk til tess at fyribyrgja harðskap móti kvinnum, og at neyðug hjálp og stuðul verður veittur teimum, ið hava verið fyri neyðtøku ella líknandi kynsligum harðskapi
  • At basa barnafátækradømi og sosialari útihýsan av børnum í Føroyum, herundir eisini børnum við útlendskum uppruna
  • At Føroyar halda á fram við átøkum til tess at bøta um javnstøðu, har uppi í eisini at minka um lønarmismun millum kynini.

Føroyar skulu, saman við Danmark og Grønlandi, svara ST aftur hin 5. juli, hvørt tikið verður undir við tilmælunum ella ikki.

Sí: UPR-frágreiðingin (føroyska ískoytið er á s. 19-20.)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder