Aðalmálið hjá Framsókn á fólkatingi er at rudda slóð fyri, at Føroyar fáa fult ræði á uttanríkispolitikkinum og kunnu reka henda á egnum grundarlagi.
Føroyar og Danmark hava ikki somu mál altjóða, og tí er tað ein stór andsøgn, at okkara uttanríkispolitikkur framhaldandi verður stýrdur úr Danmark. Verandi støða ger, at Føroyar aftur og aftur renna seg í avbjóðingar á uttanríkispolitiska økinum.
Tí bjóðar Framsókn seg fram at gera sjónligar tær ítøkiligu og afturvendandi avmarkingarnar, sum eru í verandi skipan við Danmark.
framsókn vil á fólkatingi:
?? arbeiða miðvíst fyri at gera vart við tær forðingar, ??sum ikki loyva Føroyum at gerast fullgildigur
limur í altjóða felagsskapum og samgongum.Sum dømi kunnu nevnast sjálvstøðugur limaskapur í Norðurlandaráðnum, Arktiska Ráðið, WTO, IMO, fiskivinnufelagsskapir og rætturin at gera avtalur og sáttmálar.
?? vísa danir á teirra egnu tilgongd, har teir eru farnir at seta fleiri og nýggj mørk fyri altjóða virkisføri Føroya.
Sum dømi eru danskir myndugleikar farnir at blanda seg uppí, hvørjar avtalur Føroyar gera um samstarv við altjóða menningarfelagsskapir, umframt at teir hava ógilda avtalu ??tnorðurráðsins og forða fyri, at Føroyar hava tvílandafundir við týðandi útlendskar ráðharrar.
virka fyri einum virðiligum og tíðarhóskandi samstarvi við Danmark. Føroyskir myndugleikar brúka óneyðuga orku til at tulka grundlóg og løgfrøði í altjóða viðurskiftum ??? alt orka, sum kundi verið brúkt til virðiligt samstarv.
Sum dømi tarnar uttanríkispolitiska lógin Føroyum í at røkja týðandi uttanríkispolitisk endamál, tí Danmark ikki góðtekur, at Føroyar gera avtalur í egnum navni.
Heimastýrislógin er 71 ára gomul. Hesi árini hava vit í Føroyum tikið ræði á alt fleiri økjum, eins og vit samstundis eru vorðin sjálvbjargnari fíggjarliga. Framsókn vil halda fram á hesi kós, og málið er fult sjálvræði og sjálvbjargni, har Føroya Landsstýri og danska stjórnin gera eina virðiliga avtalu.
Hesa tilgongdina skipa vit í Føroyum, og tí skal umboðanin á fólkatingi brúkast til at gera okkara ávirkan galdandi, har avgerðir enn verða tiknar Føroya vegna og upplýsa um vantandi virðingina fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald