Av tí at tað tekur ov nógva orku at skipa ein flokk einsamallur, so skal eg hervið boða frá, at Føroyaflokkurin fer í dvala.
Eg haldi framvegis at tað er tørvur á einum veruligum liberalum flokki í Føroyum, tí at allir aðrir flokkar arbeiða fyri sentralari planlegging. Vald og pengar skulu savnast á einum staði, so at nøkur útvald kunnu útføra sínar persónligu verkætlanir.
Tey kunnu kalla tað rættvísi, men at floyma hagar og fjøll við ferðafólki og lata vinningin liggja í miðstaðnum er ikki rættvísi. Tað er anti-Føroyar. Tey kunnu kalla tað rættvísi, men støvsuga alivinnuna fyri vinning og lata lortin liggja eftir í firðunum kring landið er ikki rættvísi, tað er anti-Føroyar. Klokkuklárar mannagongdir og nærlagni, ið vit skuldu fáa, hevur útformað seg til minst tvær risagølur. Glasir hevur verði líkasæla, skilaloysi, fylgt upp við kroniskara undanstøkking av ábyrgd. Menningarkvoturnar hava verið ein fadesa í heimsflokki, sum kemur at hava negativan virknað fyri framleiðsluvirðið í fiskivinnuni. Fyri at gera støðuna fullkomna, so hevur man myrkalagt tí politisku útlutingina, í besta Sovjetstíli. Vælferðin er nú tengd at variablum inntøkum frá vinnuni.
Ein kann bert vóna at komandi samgonga fer at koppa maktina yvir aftur til fólki. Millum annað við at geva fólkinum frælsi at sjálvi velja, hvørjar miðlar tey vilja rinda fyri.
Tað er møguligt, at verkætlanin verður tikin fram aftur til eitt komandi val, um tað hepnast mær at byggja upp eitt størri netverk og fáa fleiri fólk uppí at organisera o.a.
Takk fyri hesaferð,
Hjalmar Zachariassen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald