2021-05-09 19:16

Føroya Lærarafelag hevði aðalfund í gjár, umleið 160 limir møttu til aðalfundin.
Í nevndina skuldu tveir limir veljast, Jóna Højsted og Carl Eli Nolsøe Samuelsen stóðu fyri vali, Jóna stillaði upp aftur, men Carl Eli Nolsøe Samuelsen stillaði ikki upp.
4 fólk bjóðaðu seg fram til nevndarvalið - Jóna Højsted og Bergur Samuelsen vórðu vald, til eykafólk í nevndina vórðu Jónleif Johannesen og Jákup av Skarði valdir.
Eitt lógaruppskot um at broyta viðtøkurnar hjá felagnum var samtykt, nú kunnnu øll læraralesandi gerast limir í Lærarafelagnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald