Mentan

Føroya Felagið í London bjóðar til Føroyska Guðstænasta í London sunnudagin 10. mai

...

2015-05-07 22:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya Felagið í London

Føroya Felagið í London bjóðar til Føroyska Guðstænasta í London Sunnudagin 10. mai.

Fyri at geva teimum lesandi møguleika at vera við í guðstænastuni, verður føroyska summarguðstænastan í London hildin ein mánað fyrr enn vanligt. Guðstænastan verður sunnudagin 10. mai og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, prædikar. Ein onnur broyting er, at Guðstænastan hesaferð verður hildin í svensku kirkjuni, tí danska kirkjan ikki er tøk sunnudagin 10. mai. Svenska kirkjan liggur i 6 Harcourt Street, London W1H 4AG

https://www.google.se/maps/place/Swedish+Church/@51.519965,-0.164498,17z/data=!3m1!4b1!4m2!3m1!1s0x48761aca0017a8cb:0x8e60a2c917f4ee0a?hl=sv

https://www.facebook.com/svenskakyrkanlondon?ref=hl

Næsta undergroundarstøð er Edgware Road.

Gudstanastan Sunnudagin 10. mai byrjar kl 14. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, prædikar, og maður hennara, Leif Hansen, verður organistur. Eftir Guðstænastuna verður boðið til kaffi og køkur.

Stutt frá kirkjuni, 0.3 mile, liggur Duke of York pubbin, har tey, ið hava hug, kunnu hittast áðrenn guðstænastuna.

http://www.dukeofyorklondon.co.uk/home-11709.html

https://www.facebook.com/DukeOfYorkW1

Føroya Felagið í London vónar góða undirtøku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder