Mentan

Fornfrøðingar vóru í gjár og hugdu eftir gomlum skipi - myndir

...

2016-02-26 11:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sandavágs søga: Søgn er, at í gomlum døgum rendi eitt útlendskt skip á land á Sandavágssandi, tí staði, ið nú verður rópt Eyðunsurðin. Høvuðsmaðurin á skipinum æt Eyðun. Summir siga, hann var finni, og aðrir, hann var Íri. Hesin Eyðun var maðurin, ið Eyðanstova hevur fingið navn eftir.

Ja, soleiðis sigur søgnin, og menn hava mangan ivast í, hvørt hon hevur verið sonn ella ikki, men tey seinastuárini er prógv komi fyri, at eitt skip er burturgingið í Eyðansurðini, og einki man vera at ivast í, at hetta er skipið, ið søgnin talar um, Fyri nøkrum árum síðani hendi tað, at rovini av einum skipi komu undan á høgstu fjøru í harðasta streymi inni í Eyðansurðini í sama stað, har tað eftir søgnini átti at liggja. Serkønir menn fóru at hyggja at skipinum og ætlaðu at tak tað upp, men tað eydnaðist ikki. Skipið hevur verið stórt. Meginparturin av síðuni, ið vendir upp, er burtur, ivaleyst burturtikin stutt aftan á, at skipið var strandað, men hin síðan er toluliga heil. Ikki eydnaðist at fáa skipið upp tá, og ikki heldur fingu teir mált, hvussu stórt tað hevur verið, tí sandurin ruddi útyvir, hvørja ferð flóð kom aftur, tá ið teir høvdu grivið nakað.

Í gjár og í fyrradagin sást ein stórur partur av skipinum, menn frá Fornminnissavninum komu vestur at hyggja, teir ætla at fáa mált skipið upp og gjørt eina skitsu av hvussu tað hevur sæð út, eisini er ætlanin, at staðfesta hvussu gamalt tað er, men tað má bíða til streymurin harðnar aftur (11. og 12. mars) ella møguliga fyrst í juli ella miðan september - tá ið tað verður harðasti streymur.

Vit tóku nakrar myndir í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder