Seinastu viku hava helst fleiri heimasandsfólk undrast, hvat tað er fyri grevstrarvirksemi, ið fer fram í lendinum norðanvert kirkjugarðin.
Fólk av Tjóðsavni Føroya løgdu seinasta mánadag út kanningarveit har á staðnum, har tey nú eru komin niður á fornar bústaðarleivdir.
Hetta er tó ikki gjørt av handahógvi, men er arbeiðið væl og virðiliga umhugsað og lagt til rættis.
Hetta er nýggju tøknini, ið tikin er í nýtslu innan fornfrøðiligt virksemi her á landi, fyri at takka.
At lendið við forna kirkjustaðin heima á Sandi er ríkt upp á fornfrøðiligar leivdir hava rannsóknirnar nógvu seinnu árini staðfest.
Bæði tá grivið hevur verið longur norðuri við bakkan á Junkarinsfløtti eins og í víðkaða kirkjugarðinum suður frá kirkjuni eru staðfestar leivdir, ið stava frá eini búseting og virksemi, ið har hevur verið frá elstu víkingaøld.
Spurningurin hevur tó verið, hvørt til ber at finna sjálvan forna garðin, har eitt nú fyrsta kirkjan varð bygd, tí mett hevur verið, at tað, sum higartil er komið undan kavi, ikki var sjálvur garðurin, men bert partar av honum.
Tí hevur sjóneykan seinnu tíðina verið sett á lendið millum Junkarinsfløtt og kirkjustaðin. Og nú er mangt, ið bendir á, at vit fara at koma hesum áhugaverda og avgerandi spurningi nærri.
Um páskirnar seinasta ár gjørdi fyritøkan Munin í samstarvi við Tjóðsavn Føroya umfatandi skrásetingar við georadara í hesum lendinum.
Tá hesar skrásetingar seinni vórðu fornfrøðiliga greinaðar, gav hetta so áhugaverda mynd av tí, sum tyktist fjala seg undir svørðinum, at fornfrøðingarnir á savninum mettu tað vera av avgerandi týdningi at fáa hetta kannað neyvari. Hetta gerst bert við at leggja kanningarveitir út á útvaldum støðum og at grava niður í tey dýpi, har dáturnar kundu fara at geva flestar og mest týðandi upplýsingar.
Tað er júst hetta, sum farið varð undir mánadagin í seinastu viku og sum heldur á fram hesa vikuna. Talan er um at leggja tvær veitir út afturat.
Fyrsta veitin, farið varð undir at grava, var løgd soleiðis, at tað vónandi fór at bera til at staðfesta endan á tí, sum vit tulkaðu sum ein rættiliga stóran bygning ??? eitt sonevnt langhús. Og hetta bar til! Tað, sum higartil er komið undan kavi, er sjálvt laðaða útnyrðingshornið av hesum bygningi. Er myndin soleiðis, sum vit tulka hana, er talan um ikki hissini langhús! So spenningurin um, hvat annars fjalir seg har undir tjúkku sandmoldini, er sum vera man ikki so lítil.
Endamálið við kanningunum er lutvíst granskingarligt, lutvíst antikvariskt. Kanningarnar eru partvíst framhald av rannsóknum, sum áður eru gjørdar í lendinum við kirkjustaðin, fyri betur at skilja ta heild, ið nógva áhugaverda tilfarið er liður í. Partvíst er endamálið, at við avmarkaðum kanningarveitum grundað á geofysisku dáturnar, at staðfesta, hvussu umfatandi bústaðarleivdirnar eru á staðnum, soleiðis at hesi fornminni ikki verða nervað, men kunnu verða varðveitt til framtíðar rannsóknir.
Vit fara at venda aftur við fleiri upplýsingum seinni.
Símun V. Arge og Helgi D. Michelsen,
Tjóðsavn Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald