JN

Forkunnugir vetrargestir

...

2021-03-17 21:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um veturin hugsa flest fólk ikki um at njóta tað sum rørur seg í Føroysku náttúruni, fólk halda at her er ikki so nógv at hyggja at, tað er kanska ikki so stórt tal av fugli at njóta útyvur teir púra vanligu fuglarnir so sum Havhestar, Skarvar, Teistar, Villdunnir, Trøllentir, meir ella minni tamar Oknir osf. men so er als ikki, eitt nú eru fleiri og fleiri Ennigularentir sum velja at verða í vetrarvist í Føroyum, eisini Sjógvhønan og Sevhønan síggjast nú javnan um veturin.

Og seinnu árini eru teir meira sjáldsomu fuglarnir at síggja oftari um veturin, eg kann nevna at eitt nú eru ikki minni enn fýra fugla sløg skrásett fyri fyrstu fer í Føroyum veturin 2020 -2021. Og fuglar sum fyri bert fáðum árum vóru sera sjáldsamir her á landi eru nú árligir ferðagestir, ikki bert í flyti tíðuni um vári og heysti, men eisini um summari og veturin, hesa vitanina fáa vit tí at fólk nú eisini geva sær meira far um hvat rørir seg í náttúruni um veturin.

Tann fyrr so sera sjáldsama Helsuta trøllontin úr Norður Amerika kann nú vantast at síggjast alt ári, hesar tríggjar Helsutu trøllenrirnar (bøgur) sá eg í gjár, Helsuta trøllontin er nú vorin tann vannligasti Norður Amerikanski antarfuglurin sum man kann síggja í Føroyum, og vakrar eru tær.

Orð og mynd: Rodmund á Kelduni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder