Politikkur

Fólksins Jørð

...

2018-09-14 15:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú tá tosa verur um ferðavinnuna og um at ''ferðast í haganum'', haldi eg at onkur má tala at.

6. juli 2018 svarar Høgni Hoydal einum '§ 52a fyrispurning frá Kristionnu Winther Poulsen,

løgtingskvinnu. Hon spurdi millum annað:

''5. Um so er, hvør hevur ella eigur at hava heimild til at áseta eitt slíkt gjald, og eru hesar

heimildir nóg greiðar?

6. Hvat metir landsstýrismaðurin, at inntøkurnar av einum slíkum gjaldi eiga at verða

brúktar til?''

Landsstýrismaðurin svaraði hesum spurningunum soleiðis:

'' Til nr. 5.

Landið eigur at hava greiða heimild at seta reglur fyri, um og hvørji gjøld kunnu takast fyri

at ferðast í føroysku náttúruni ??? og tað er hesa heimild, sum landsstýrið vil leggja fyri

Løgtingið um at útvega sær sum skjótast.

Landsstýrið fer í hesum sambandi sjálvsagt at samskifta við kommunurnar í Føroyum um

spurningar hesum viðvíkjandi.

Til nr. 6.

Landsstýrismaðurin metir, at inntøkur frá møguligum gjaldi, fyri at ferðast í føroysku

náttúruni í sambandi við økta ferðavinnu, í fyrsta lagi eiga at brúkast til at rinda útreiðslur

til vernd og trygd hjá náttúru, fólki, djórum og plantum og skipað viðurskifti á ymsu

plássunum.''

Tað undrar meg, at tey ikki eisini kalla hetta fyri eina ''nýskipan'' ella er tað kanska nokk við einum

misfostri av eini fiskivinnu?

Tað ið tað dragar seg um, og sum eg øtist á er, at tað verur tikið sum eina sjálvfylgju, at land og kommunur eiga allan rættin til Jørðina í Føroyum, tað sæst týðuligt í svari til spurning fimm og seks.

Bøndur og seyðamenn vera koyrd til viks so land og kommunur kunnu finna uppá okkurt sum gevur

teimum sjálvum pengar í kassan.

Fyri tað fyrsta so loysir tað seg absolutt ikki fíggjarliga at eiga seyð í Føroyum, og fyri tað næsta so ætlar samgongan at taka henda nýggja inntøkumøguleikan hjá bøndrum og stinga í egna lumma,

tað tekur lívið av einum vinnuligum seyðahaldi í Føroyum.

Um tað heldur fram sum nú, fara seyðahaldini og mentanin at doyggja út, bara so løgtingsfólk vita tað. Tað eru fá ung fólk sum síggja eina framtíð í tí, og helmingurin av fjallfólkinum eru gamlir menn.

Broyting má koma í.

Eg kann byrja við at bøndur aldrin høvdu skula góðtikið ein kekk frá kommununi, fyri at vetrarfriða bøin. Eftirkomararnir fáa ongan ágóðan av kekkinum fyri mist vetrarbit.

Tað skuldi verið soleiðis umskipað, at bøndur og seyðamenn fingu eitt ávíst gjald útgoldið árliga fyri støddina á bønum innan bøgarðarnar. Tað skal sjálvandi vera bóndin sum skal geva loyvi út til ferðafólk at ferðast í haganum, har er tað upplagt hjá bøndrum og hagastýri, at gera samstarv við tær ferðaskrivstovur kring landið um at fáa prosentgjald av hvørjum túri sum fer gjøgnum hagan.

Viðvíkjandi at føroyingar ferðast í hagunum, tað kundi mann tikið sum eina sjálvfylgju at teir sluppu, men sum nú er, eru summir føroyingar so illa kunnaðir um seyðahald at tað er ivasamt.

Mann kann byrja við at flestu føroyingar vita slett ikki av at teir ikki skulu ganga í bønum áðrenn tað verur sligið, og so eru tað fólk sum fara út í hagan mitt í harutíðini, sum er slett ikki í ordan og sum ikki skuldi veri loyvt.

Undir lembingartíð fara fólk í hagan við hundi, so ræðsla kemur á ærinnar.

Tað er nógv sum mann kundi ramsa upp men ???lad gaa???.

Annars so eru tað føroyingar sum javnan ganga í haganum, og teir duga væl at fara um seg og eru væl skøddir, og tað skulu teir eisini hava rós fyri.

Eg haldi tað, at eitt Landsfelag fyri seyðahald í Føroyum skuldi verið sett á stovn, har bøndur og hagastýri vóru innlimaði. So fekk mann skipað seg betur og saman kundu teir funnið eina loysn, sum teir tóku undir við.

So kundu teir eisini betur vart seg ímóti tílíkum ágangi frá landsstýrinum.

H. Marius E. Høgnesen

''Fyrispurningur og svar kunnu lesast her: http://logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?sessionYear=2017&menuChanged=55&caseWrittenQuestion.id=806

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder