
Nú ber til hjá øllum føroyingum at siga sína hugsan um stjórnarskipanina. Í dag er uppskotið um stjórnarskipan sent til ummælis. Hetta merkir, at tað er møguligt hjá øllum føroyingum at gera viðmerkingar til uppskotið.
- Eg havi seinastu mánaðirnar lagt nógv fyri at samansjóða øll sjónarmið. Tað hevur verið ein tvørlig tilgongd, men nú eru vit komin so mikið áleiðis, at uppskotið er búgvið til at senda til ummælis. Tað er mín vón, at so nógv sum gjørligt lesa uppskotið, og geva sína hugsan til kennar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Tá ið uppskotið hevur verið til ummælis, verða tillagingar gjørdar, áðrenn uppskotið verður latið løgtinginum til viðgerðar. ??tlanin er at leggja fram eitt uppskot til samtyktar um at seta eina § 25 nevnd við umboðum frá øllum flokkum at arbeiða víðari við uppskotinum, áðrenn § 25 nevndin leggur eitt endaligt uppskot formliga fyri løgtingið.
- Stjórnarskipanin er ikki eitt samgongumál. Hon er eitt mál fyri alt Løgtingið og eitt mál fyri alt Føroya fólk. Við stjórnarskipanini verður okkara fólkaræðið styrkt, tí vit staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Ikki Løgtingið - ikki landsstýrið, men fólkið. Fólkið skal altíð spyrjast á fólkaatkvøðu, um vit skulu loysa ella nærkast Danmark í ríkisfelagsskapinum. Tað sama ger seg galdandi, um vit skulu limast inn í ES. Við stjórnarskipanini flyta vit valdið frá løgtinginum til fólki, so løgtingið ikki kann taka slíkar stórar avgerðir uttan at spyrja fólkið fyrst, vísir løgmaður á.
Eftir ætlan verður fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina á flaggdegnum tann 25.apríl 2017.
Stjórnarskipanaruppskotið kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald