Politikkur

Fólkatingsval ??? Ikki fólkaatkvøða um samband ella loysing

...

2019-06-01 08:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkatingsval ??? Ikki fólkaatkvøða um samband ella loysing!

Nú fólkatingsvalið nærkast, so hernar valstríðið alsamt. Av tí sama, so royna flokkar og valevnir í sínum lag at markera seg og koma fram við boðskapum, sum kunnu skapa áhuga millum veljarar.  

Eitt tað sum hevur fylt mest hetta valstríðið, er spurningurin um ???samband / loysing???. Serliga royna Tjóðveldi og Sambandsflokkurin at markera við sínum ideologiskum hugsjónum um støðuna millum Føroyar og Danmark. Tað tykiskt, at fólkatingsvalið fer at gera av, um Føroyar framhaldandi skulu vera partur av ríkisfelagskapinum ella ikki, eftir valið. Hetta er tó bert bíligt valagn og markeringar uttan innihald. Sannleikin er tann, at spurningurin um fullveldi ella samband ikki verður avgreiddur á fólkatingsvalinum ella á fólkatinginum, men verður hetta avgjørt av føroya fólki her heima í Føroyum.
Tað verður rópt hart um, at tað er týdningarmikið, at antin hava eina sambands- ella fullveldisrødd á fólkatingi. Tó tykist tað torført at fáa eyga á, hví tað er so týdningarmikið at fáa eina sokallaða sambands- ella fullveldisrødd á fólkating.

Fólkatingsvalið skal ikki doyvast av hesum idelogiska spurninginum um samband ella loysing, men eigur fólkatingsvalið ístaðin at snúgva seg um, hvør umboðar Føroyar og føroya fólk á bestan hátt á fólkatingi.
Veljarin skal taka støðu til, um hann ynskir sær eitt umboð á fólkating, har ið tíðin verður brúkt uppá Katalonia og politikarar í útlegd o.a. ella um ein fólkatingssessur eigur at nýtast til at tala føroya søk og skapa úrslit, sum kunnu vera til gagn fyri Føroyar.

Fólkaflokkurin fer ikki á fólkating fyri at avgreiða spurningin um samband ella loysing, tann spurningurin verður avgreiddur í Føroyum. Fólkaflokkurin fer á fólkating, at føra ein praktiskan politik, skapa úrslit, sum veruliga muna, og sum kunnu vera til gagn fyri ta føroysku tjóðina.

Gott val øll somul!

Uni Rasmussen

Valevni hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið 2019

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder