???Makrelstríðið??? verður ofta havt á orði, og er fleiri ferðir umrøttí samband við Fólkatingsvalið. Hettar er á ymiskan hátt eitt gott mál fyri Føroyar, og vísir hvat vit kunnu, tá vit umboða okkum sjálvi á uttanríkispolitiska pallinum.
???Makrelstríðið??? hevði lítið og onki við Danmark og danska tingið at gera, men var í høvuðsheitum eitt stríð millum Føroyar og Europasamveldið (ES). Danmark er partur av ES, og bleiv av ES tí drigið inn í stríðið.
Sum eg havi greitt frá í einari aðrari grein, var hettar ikki nakað, sum hóvaði dønum, tí teir komu í klemmu ímillum Føroyar og ES.
Fólkatingsumboðini, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, eins og politiska skipanin í Føroyum, bleiv kunnað um gongdina, soleiðis sum vit hildu var ráðiligt.
Sjúrður Skaale var tingmaður fyri Tjóðveldi, tá ???makrelmálið??? byrjaði, og veit, hvat tingmenn og flokkarnir í Tinginum hildu um málið tá.
Eg havi altíð havt eitt gott samskiftið við Sjúrð, og vit báðir umrøddu ofta???makrelmálið???. Eg hevði trupult við at skilja støðutakanina hjá tingmonnum.
Sama skilið var í samgonguni. Javnaðarflokkurin mótarbeiddi alla tíðina og legði fótonglar í vegin bæði í landsstýrinum og í uttanlandsnevndini.
Tað áhugaverda í samband við fólkatingsval og støðu Føroya í Danska ???eindarríkinum???er, at ES og harvið eisini Danmark setti handilsbann íverk ímóti Føroyum. Danska ???eindarríkið??? kom í stríð við seg sjálvt.
Tað er ein sannroynd og ikki lygn, at meðan Sjúrður Skaale og Edmund Joensen, vóru fólkatingsmenn, umboðandi Føroyar í danska parlamentinum, setti Danmark handilsbann íverk ímóti Føroyum.
Meðan Sjúrður Skaale og Edmund Joensen sótu í danska Fólkatinginum, góðu donsku mynduleikarnir boð um, at føroysk skip, sum fiskaðu makrel og sild, skuldu steðgast/takast, komu tey í danska havn.
Tað sum var nógv álvarsamari enn ???handilsbannið???, var at ES/Danmark stongdi flutningsvegirnar hjá Føroyum út í heim. Grundarlagið fyri fríum handli er, at heimsins tjóðir kunnu hava frítt at fara bæði við inn- og útflutningi.
Tað er ein sannroynd og ikki lygn, at meðan Sjúrður Skaale og Edmund Joensen sótu í danska Fólkatinginum, góvu donsku mynduleikarnir boð um, at flutningsvegirnir fyri føroyskan makrel- og sildaútflutning skuldi stongjast.
Vanligt verða slík tiltøk sett íverkímóti statum, sum fremja yvirgang ella bróta mannarættindini ógvusliga.
Vit í Føroyum kravdu bert okkara sjálvtsagda rætt til tað fiskiríkidømi, sum er okkara tjóðarogn og sum er okkara tilverugrundarlag.
Hóast henda rætt, sum vit seinni fingu staðfestan, blivu vit boykottaði av Danmark, meðan Sjúrður Skaale og Edmund Joensen vóru fullgyldigir limir í Danska Fólkatinginum. Ein skuldi trúð, at tað var lygn.
Jacob Vestergaard
Valevni til Fólkatingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald