JN

Fólkateljing: Í Eysturoy eru børn í 47% av húskjunum ??? í Sandoy 36%

...

2014-04-11 23:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Húskini eru ymisk til støddar og í samanseting eftir aldri, kyni og eftir aldurssamanseting hjá børnunum í húskjunum.

Fyri alt landið eru tað 44% av øllum húskjunum, har børn búgva. Í hesi uppgerðini tosa vit um heimabúgvandi børn undir 25 ár. Tey eru býtt í fýra bólkar: 0-6 ár, 7-14 ár, 15-17 ár og 18-24 ár.

Aftan fyri samlaða miðaltalið er stórur munur millum økini í landinum. Og størsti munurin er fyri tann yngsta aldursbólkin av børnum, 0-6 ára gomul.

Her síggja vit, at lutfalsliga eru flestu húskini við smábørnum í Norðstreymi, Eysturoy og Vágum við 20-21%. Suðurstreym og Norðoyggjar koma í aðru røð við 18-19%, og nógv minst er av húskjum við smábørnum í Suðuroy og Sandoy við 15-16%.

Hetta skeiva býtið sæst sjálvandi eisini aftur í, hvussu tað er við húskjum við børnum heilt upp til 24 ár. Nú skarar Eysturoy framúr í ovara endanum, har tað eru lutfalsliga flest húski við teim eldru børnunum heilt frá 7 til 24 ára aldur. Í hinum endanum dragnar Sandoy upp aftur meir, so tilsamans eru bara 36% av húskjunum har við heimabúgvandi børnum upp til 24 ár ??? samanborið við 47% í Eysturoy.

Í Suðurstreymi er býtið millum húskini við børnum í ymsu aldursbólkunum og húski við ongum børnum næstan meinlíkt býtinum fyri allar Føroyar.

Orsøkirnar eru sjálvsagt fleiri til at vit síggja so ymiskt býtið millum húskini í økjunum kring landið. Men millum annað hevur tað nakað við tað at gera, hvussu stórur partur av húskjunum er einstaklingahúski, tvs. húski bara við einum fólki. Og tað hevur eisini nógv við tað at gera, hvussu aldursbýtið millum ung og gomul er í økinum. Hetta sæst í myndini niðanfyri.

Í myndini síggja vit, hvussu stórur %-parturin av húskjum við 0-6 ára gomlum børnum er, samanborið við %-partin av eldri fólki og einstaklingahúskjum. Sjónligt er, at lutfalsliga flestu eldru fólkini og einstaklingahúskini eru í Sandoy og Suðuroy ??? og minsti parturin av húskjum við smábørnum. Millum Eysturoy og Norðstreym er javnt við smábarnahúskjum, men í Eysturoy eru bæði minni partur av einstaklingahúskjum og av eldri fólkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder