JN

Fólkatalið var 50.101 tann 1. mai

...

2017-06-14 13:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fólkatalið var 50.101 tann 1. mai. Tað vaks við 765 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum mai 2016 ??? apríl 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 465, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 298, ið er munurin millum fødd og deyð. Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.


Bæði minkað fráflyting, økt tilflyting og økt burðaravlop skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Men samstundis hevur eisini burðaravlopið ment seg aftur upp á 298, eftir at tað fyri nøkrum fáum árum síðani var ein triðing lægri.

Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.191, ið fluttu av landinum í fjør. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.

 

Nakrar fleiri kvinnur enn menn í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 765 í hesum 12-mánaðarskeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 391 í tali, samanborið við 374 menn. Munurin kemur av nettotilflytingini, har tað vóru 19 fleiri kvinnur enn menn. Í føðitalinum og deyðatalinum er lítil munur millum kynini, og hann dregur hvønn sín veg. Tilsamans verður úrslitið, at í fólkavøkstrinum mai 2016 ??? apríl 2017 vóru 17 fleiri kvinnur enn menn.


Seinastu tvey árini er nú nettotilflyting hjá báðum kynum alt árið uttan í august, ið er tann stóri fráflytimánaðurin serliga hjá ungfólki, ið fara uttanlands í lestrarørindum. Tó var nettofráflytingin í august 2017 munandi minni enn árini frammanundan.

 

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð
Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og enn er onki, sum bendir á, at ferðin í vøkstrinum er við at hæsa av ??? heldur hinvegin, so sum sæst av myndini niðanfyri. Nú fólkatalið er komið upp á 50.101 fyri 1. mai, og væntandi veksur eini 3-400 fram til 1. august, fer tað ikki at gera stórvegis mun, um fólkatalið fær eitt lítið afturstig á eini 150-200 í tí stóra fráflytingarmánaðinum august.


Munandi fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum mai 2016 ??? apríl 2017. Nógv størsti vøksturin í tali var í Tórshavnarøkinum við 385 fólkum, svarandi til 50% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Eisini lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 2%, og tá hetta eisini er nógv tað fólkaríkasta økið í landinum, munar ein so stórur vøkstur har sera nógv fyri samanlagda vøksturin fyri alt landið.


Vøkstur í 18 kommunum, stendur í stað ella minkar í 11
Fólkatalið veksur í 18 kommunum, er óbroytt í tveimum og minkar í 9 kommunum. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við júst 411 fólkum ??? hetta er 54% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Skálavíkar kommunu við 10%. Í Suðuroy er munandi minking í Hvalbiar, Porkeris og Hovs kommunum, men vøksturin í hinum kommunum, serliga í Vágs kommunu, dregur alla oynna upp á ein hampiligan vøkstur. Av miðalstóru kommunum er minking í Vestmanna, Nes og Eiðis kommunum.


 

Vøkstur í nærum øllum oyggjum  
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið so sum í Hestoy, Nólsoy, Fugloy, Mykinesi og Stóra Dímun, í nøkrum halda tey tørn, og í tveimum minkar tað, í Svínoy og í Kalsoy.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder