Fólkaskúlin skal styrkjast, so lærarar veruliga fáa møguleika at liva upp til føgru orðini frá Mentamálaráðnum um at ???stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini???. Eg taki undir við nýggja formanninum í Føroya Lærarafelag, sum hevur víst á trongu umstøðurnar hjá fólkaskúlanum.
Føroyski fólkaskúlin er eftir mínum tykki ein tann týdningarmesti parturin av okkara samfelag. Har skulu okkara børn fáa eina dygdargóða undirvísing frá fakliga dugnaligum og væl motiveraðum lærarum. Soleiðis kunnu børnini mennast og verða stuðlað til at gerast sjálvstøðugir og samstarvandi næmingar, sum megna at bjóða framtíðini av í miðnámi, hægri útbúgvingum og ikki minst á framtíðar arbeiðsmarknaðinum í Føroyum og uttanlanda.
Uppgáva fólkaskúlans er sambært Mentamálaráðnum???at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, ið stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini???.Hetta eru alt góð og týdningarmikil mál at hava. Eg ivist onga løtu í, at okkara dugnaligu lærarar runt landið dag og dagliga arbeiða eftir hesi áseting. Men spurningurin, sum vit eiga at seta okkum í dag, er, um almennu politisku karmarnir kring fólkaskúlan liva upp til hesi mál.
Nýggi formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jákup Eli S. Olsen, hevði áhugaverdar hugleiðingar um hesi viðurskifti í samrøðu við Sosialin mikudagin. Hansara niðurstøða er, at føroyskir lærarar eftir trýsti frá Mentamálaráðnum eru noyddir at undirvísa tveir til tríggjar tímar meira um vikuna. ??rslitið er, at teir tískil í dag hava tilsvarandi minni tíð til annað virksemi, sum ikki beinleiðis er undirvísing. Slíkt virksemi er m.a. samstarv við aðrar lærarar, samtalur við foreldur at næmingum, uppgávurætting, setursskúlar og skeið. Alt sera týdningarmikil øki, sum er við til at menna og motivera lærararnar og ikki minst næmingarnar. Hetta er ein álvarsom ávaring frá nýggja formanninum í lærarafelagnum, sum Mentamálaráðið og løgtingið eftir mínum tykki eiga at lurta eftir og fáa broytt soleiðis, sum Føroya Lærarafelag mælir til.
Góðir møguleikar áttu at verið at fingið hesar mistu tímarnar aftur, tá føroyskir fólkaskúlalærarar í dag undirvísa meira enn tilsvarandi lærarar í skúlum uttanlands, sum eitt nú í Finnlandi, ið hevur ligið á odda í PISA-kanningum síðstu árini. Tí kundu undirvísingartímarnir verið lækkaðir, so lærararnir fingu meira tíð til onnur týdningarmikil øki enn sjálva undirvísingina, ið sjálvsagt ikki skal líða undir hesi skerjing av undirvísingartímunum ??? heldur tvørtur ímóti. Formaðurin í Føroya Lærarafelag vísir eisini á góðar royndir við tvørfakligum samstarvi á skúlum, sum sambært kanningum mennir næmingarnar meira og eisini hevur við sær betri trivnað millum lærarar. Samanumtikið ein ???vinn vinn støða??? fyri allar partar.
Eftir at hava lisið frágreiðingina frá formanninum í Føroya Lærarafelag er mín niðurstøða, at vit í Føroyum neyvan liva upp til tey mál, sum sett eru føroyska fólkaskúlanum í dag. Her mangla tíðarhóskandi karmar, so bæði lærarar og næmingar hava høvið at taka við teimum avbjóðingum, sum framtíðin setir okkum øllum.
Verði eg valdur á ting, so ynski eg at arbeiða fyri, at føroyski fólkaskúlin verður endurskoðaður og broyttur soleiðis, sum m.a. Føroya Lærarafelag mælir til. Soleiðis kann tann í dag góði fólkaskúlin gerðast enn betri í framtíðini. Hetta vil gagna okkara børnum, fólkaskúlalærarunum og hetta vil gagna Føroya framtíð.
Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Valevni Fólkafloksins
- Vilji og dirvi til broytingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald