Mentan

Fólkaskúlanum tørvar íløgur

...

2019-10-09 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Er føroyski fólkaskúlin fyrireikaður at menna komandi ættarlið til tilveruna og arbeiðslívið í framtíðar samfelagnum? Eg loyvi mær at ivast. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

9. oktober 2019

Vit ynskja okkum øll ein góðan fólkaskúla, ið kann møta næmingunum og fyrireika hvønn einstakan til tilveruna og avbjóðingar í framtíðar samfelagnum. Men hvørji krøv setir nútíðar og framtíðar samfelagið næmingunum og fólkaskúlanum, og er føroyski fólkaskúlin fyrireikaður at menna komandi ættarlið til tilveruna og arbeiðslívið í framtíðar samfelagnum? Eg loyvi mær at ivast.

Vit vita lítið um hesi viðurskifti í fólkaskúlanum, tí fólkaskúlin í størri samfelagshøpi hevur ikki verið umrøddur. Men framtíðin letur ikki bíða eftir sær. Vit í fólkaskúlanum vita, at her og nú standa vit við pumpurnar. Leiðslur og lærarar halda fólkaskúlanum uppi, ofta hóast umstøðurnar. Nýggja tíðin hevur sett nýggj krøv til fólkaskúlan, og fólkaskúlin hevur sum er ikki umstøður at nøkta tørvin, sum einstaklingurin, samfelagið og tíðin hava.

Ein trupulleiki er, at innihaldið í fólkaskúlanum ikki er dagført. Hvat skal innihaldið í fólkaskúlanum vera? Hvørjar lærugreinar eiga at vera kravdar, og hvat skal innihaldið í lærugreinunum vera? Hvussu meta vit um førleikarnar hjá næmingunum við landsroyndum og fráfaringarroyndum? Og hvussu hóskar okkara læraraútbúgving til at útbúgva lærarar til framtíðar fólkaskúlan? Skipanin hongur illa saman og er ikki í samsvari við nútíðina, enn minni framtíðina. Ein íløga má gerast í at skipa karmarnar um fólkaskúlan. Ongantíð ov skjótt.

Vit liva í talgilda heiminum, og framtíðin kemur at geva bæði næmingunum og lærarunum fleiri talgildar møguleikar, eins og avbjóðingar. Á talgildu leiðini hevur fólkaskúlin onga kós. Tað, sum er av talgildum skipanum og átøkum, fer í ymsar ættir, og á fleiri økjum mangla bæði tilboð og vitan. Fólkaskúlin má skipast í mun til talgilda heimin. Løgtingið má seta tíð og krónur av til at skipa fólkaskúlan til talgilda veruleikan. Neyðugt er við eini ætlan fyri talgilda fólkaskúlan, og tað er átrokandi at útbúgva lærarar til KT-økið í fólkaskúlanum. Seinastu KT-vørðir vórðu útbúnir at røkja KT-økið í fólkaskúlanum var um aldarskiftið. At lítið og einki er hent síðan tá er ein vanlukka fyri fólkaskúlan og ein skomm.

Eitt fet rætta vegin í fólkaskúlanum eru serstovurnar. Fleiri lærarar, næmingar og foreldur eru glað fyri tað tilboð, ið barnið við serligum tørvi hevur fingið í serstovuni. Men fyri at fáa hesa skipan at virka á nøktandi hátt, so krevst starvsfólk við serkunnleika. Skúlanum vantar serútbúgvið starvsfólk til serstovurnar at taka sær av næmingunum við serligum tørvi. Ein íløga má gerast í fólkaskúlan at serútbúgva lærarar til at taka sær av skúlatilboðnum hjá næmingunum, sum treingja til størstu hjálpina.

Tað eru gjørdar nakrar íløgur í fólkaskúlanum at geva lærarum serkunnleika. Nevnast kunnu serlærarar, orðblindalærarar, lesivegleiðarar og støddfrøðivegleiðarar. Men felags fyri hesi útbúnu er, at tey bara brúka sína vitan í ein lítlan part av sínari arbeiðstíð. Tí fáa tey ov fáar royndir við sínum serøki, og fólkaskúlin fær ov lítla nyttu burtur úr íløguni. Hetta kann samanberast vit, at eitt reiðarí ger íløgu í eitt nýtt skip fyra at leggja tað við bryggju, og tað er eingin íløga.

So fólkaskúlanum tørvar íløgur í stóran mun. Vit mugu fáa ítøkiligar ætlanir fyri framtíðar talgilda fólkaskúlan og førleikamenning av arbeiðsmegini, ásannandi, at tað er ein vælútbúgvin arbeiðsmegi í fólkaskúlanum, sum undir tíðarhóskandi kørmum skal tryggja framburð í samfelagnum.

Oddagrein í Skúlablað nr 5, 2019

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder