Mentan

Fólkakirkjan kann verða noydd at signa tvey av sama kyni

...

2016-02-26 22:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

§14, stk. 2 í hjúnabandslóginisigur soleiðis:

?????gtefæller kan få et ægteskab, som er indgået ved borgerlig vielse, kirkeligt velsignet af en præst i folkekirken.???

Tað vil siga, at øll hjún hava, sambært landsins lógum, rætt at verða signað í fólkakirkjuni. Eingin avmarking er á hesum rætti. Einasta treyt er, at viðkomandi hjún eru borgarliga gift. So kunnu tey verða signað í kirkjuni.

Fyrrakvøldið frættist,at uppskotið um at lata fólkakirjuna sleppa undan at gifta hjún av sama kyni í kirkjuni varð tikið aftur.

Broytingarnar í hjúnabandslógini, sum stillararnir hava skotið upp, umfata ikki §14. Tað vil siga, at fólkakirkjan nú á ongan hátt er vard ímóti hesum broytingum. Um lógin verður broytt, fáa hjún av sama kyni rætt at verða signað í kirkjuni, júst á sama hátt sum hjún av hvør sínum kyni. Kirkjan kann tí noyðast, við lógarinnar valdi og myndugleika, at signa hjún av sama kyni, hóast hetta gongur ímóti læruni hjá kirkjuni.

Mentamálaráðið setur í skrivi til Trivnaðarnevndinaljóskastaran á henda trupulleikan og mælir til antin at strika §14, stk. 2 fullkomiliga úr lógini og soleiðis juridiskt kvetta hetta sambandið ímillum hjúnaband og kirkju, ella at ítøkiliga tilskila rættin til kirkjuliga signing til hjún av hvør sínum kyni. Men, sum sagt, so nevnir uppskotið, sum er til viðgerðar í løtuni, einki um §14, stk. 2. Verður broytingaruppskotið samtykt, fer §14, stk. 2 sostatt at standa við í verandi líki. Skal §14, stk. 2 broytast, má øll lógin sum hon er takast aftur og leggjast fram av nýggjum, við broytingunum í hesi paragraffini løgdum aftrat.

Kirkjan kann tí noyðast, við lógarinnar valdi og myndugleika, at signa hjún av sama kyni, hóast hetta gongur ímóti læruni hjá kirkjuni.

Tey, ið ganga á odda fyri broytingini í hjúnabandslógini og vilja, at hjúnabandið skal umfata tvey av sama kyni, vita, at ein stórur partur av Føroya fólki ikki vilja hava hesa broyting inn í fólkakirkjuna. Fólkið virðir hennara rætt sjálv at gera av, hvat hon lærir og praktiserar. LGBT Føroyar vita hetta og hava verið sera varin við ikki at blanda kirkjuna upp í teirra átak fyri hjúnabandsbroyting. Uppskotið, sum nú er tikið aftur og sum snúði seg um at útihýsa hjúnabandi ímillum tvey av sama kyni úr kirkjuni, var somuleiðis ein roynd at blanda kirkjuna uttanum. Hetta varð neyvan skotið upp av prinsipiellum ávum, men heldur fyri at gera broytingina av hjúnabandinum lættari at svølgja hjá Føroya fólki.

Men nú hetta uppskotið er tikið aftur, er sokallað samkynt hjúnaband trýst inn aftur í fólkakirkjuna. ??ll hjún hava rætt at verða signað í kirkjuni. Verður hjúnabandslógin broytt sambært uppskotinum, sum nú liggur í Løgtinginum, so fara tvey av sama kyni at telja sum hjún á sama føti sum tvey av hvør sínum kyni. Og tey fara ??? sum borgarliga gift hjún ??? sjálvsagt eisini at hava rætt at verða signað í kirkjuni. Kirkjan hevur ongan rætt at nokta teimum hesa signing, tí signingin er tryggjað øllum borgarliga giftum hjúnum í lógini. Tað, at kirkjan ikki hevur eitt serstakt ritual til signing av hjúnum av sama kyni hevur ongan týdning. Er rætturin hjá hjúnum av sama kyni til hetta ritual lógartryggjaður, er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn ritualið verður almannakunngjørt.

Avleiðingin av at broyta hjúnabandið er sostatt púra greið nú: Giftast tvey av sama kyni, hava tey fullan og lógartryggjaðan rætt at møta upp í kirkjuni og krevja at verða signað. Fólkakirkjan kann tí verða noydd at signa hjún av sama kyni, uttan mun til hvat hon sjálv sigur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder