
Leiðslan í fólkakirkjuni mælir til, at allar gudstænastur ??? innandura sum uttandura ??? verða avlýstar í august mánaði 2020.
Støðan í samfelagnum við atliti at Covid-19 verður tikin í álvara. Vit mega framhaldandi geva kendum leiðreglum gætur so sum reinføri og frástøðu. Mett verður skilagott í mest møguligan mun at avmarka alt kirkjuligt virksemi, ið kann útsetast.
Vit mega verja okkara gomlu, veiku og tey, ið heilsuliga eru í vandabólki. Vit mega verja hvør annan, viðskiftafólkið og tey, ið sjálvboðin gera tænastu í kirkjuni.
Hóast ferðin í kirkjuni verður sett niður, eru prestarnir tøkir. Kirkjuligu tænasturnar ??? dópur, vígsla, sálarrøkt og jarðarferð ??? verða eyðvitað veittar, svá umstøðurnar og almennu tilmælini loyva, t.d. markið fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast í kirkjuni.
Vælkomin at seta tygum í samband við prestin umvegis netið ella telefonina.
Tilmælið verður endurskoðað um mánaðarskiftið august / september 2020.
Tórshavn 7. august 2020.
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald