2019-04-07 22:39
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at Javnaðarflokkurin ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin eftir eitt komandi val, og harvið kloyvir Føroya løgmaður tjóðina, sum hann so gjarna vil savna, um man tekur orðini, hann segði í nýggjársrøðuni.
Taka vit tær seinastu veljarakanningarnar, stendur Fólkaflokkurin at fáa eitt gott val, og út við 4. hvør føroyingur ætlar sær at seta krossin við Fólkaflokkin.
Á sosialu miðlunum hevur man í kvøld sæð, at Fólkafloksfólk vísa Føroya løgmanni, at tey eisini eru til, og vilja ikki finna seg í, at løgmaður kloyvir tjóðina. Fólkafloksfólk vísa tað við at skifta profilmyndina á Facebook við tekstinum ???Eg eri eisini Fólkaflokkurin???.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald