Politikkur

Fólkaflokkurin vil samla tjóðina aftur

...

2019-08-05 11:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fólkaflokkurin er ein frælslyntur og demokratiskur flokkur, sum sær avbjóðingar heldur enn forðingar. Hann fer ongantíð uppá forhond at útihýsa øðrvísi hugsandi. Hann kann samstarva við øll og er ikki bangin fyri samstarvi. Vit ynskja semjur fram um ósemjur, samanhald fram um sundurlyndi og fara ongantíð at seta samfelagsbólkar upp ímóti hvørjum øðrum við at deila tey upp í A og B borgarar.

Fólkaflokkurin vil samla tjóðina aftur.Vit eru eitt land og eitt fólk. Fødd unik við ymsum førleikum og gávum. ??ll eru góð til okkurt. ??ll kunnu ongantíð blíva eins, og tað kunnu og skulu vit heldur ikki. ??ll kunnu ikki blíva løgmenn og landsstýrisfólk og advokatar. Á sama hátt kunnu heldur ikki øll blíva læknar, námsfrøðingar, sjúkrasystrar, skipaeigarar og vinnulívsfólk. Men vit skulu øll kunna liva væl av tí arbeiði, sum vit gera.

Fólkaflokkurin ynskir eitt gott og burðardygt vælferðarsamfelag og sær arbeiðsplássini kring alt landið sum grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum. Vit skulu hjálpa teim sjúku og veiku, men tað gerst ikki við at steðga teim sterku og vágafúsu. Gera vit tað, so minka ella steðga vit vøkstri og framburði og tað gongur í síðsta enda út yvir vælferðarsamfelagið.

Tey sum eru frammi í skógnum og fara tíðliga upp og seint niður skulu lønast fyri sítt ágrýtni og arbeiðssemi. Gera vit ikki tað, er vandi fyri at hesi missa hugin.

Vit skulu øll í hægri deild og tað gerst ikki við at toga eldsálirnar niður og við at leggja fótonglar fyri vinnulívi. Lokomotivið skal hava so góðar fyritreytir sum til ber.

Vælferðin og vælferðarsamfelagið byrjar úti á arbeiðsplássunum og ikki í landskassanum. Landskassin er ein neyðug fordeilingsmiðstøð og skal ikki blíva til annað. Hann skal ikki blíva til ein mastodont, sum stýrir øllum og eigur alt og øll.

Íbúgvar landsins skulu ikki ómynduggerast og eyðmýkjast til at blíva noyddir at standa við hattinum í hondini og biðja um at fáa sínar egnu hart tjentu pengar aftur.

Ynskja vit eitt framtíðartryggjað og burðardygt vælferðarsamfelag, so er valið einfalt.

Veljið Fólkaflokkin.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder