Politikkur

Fólkaflokkurin størstur í nýggjari veljarakanning

...

2018-07-27 13:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tvær veljarakanningar eru komnar út í dag, og báðar geva andstøðuni ein tepran meiriluta.

Sambært kanningini sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið er Fólkaflokkurin tann størsti flokkurin við 25 prosentum av atkvøðunum og 8 tinglimum. Næststørst er Tjóðveldi við 22,6 prosentum og 8 tingsessum.

Javnaðarflokkurin er stóri taparin og fær einans 19 prosent av atkvøðunum og 7 tingsessir.

Fólkaflokkurin: 25,0% (8 tingsessir)
Sambandsflokkurin: 21,7% (7 tingsessir)
Javnaðarflokkurin: 19,2% (6 tingsessir)
Sjálvstýrisflokkurin: 3,1% (1 tingsessur)
Tjóðveldi: 22,6% (8 tingsessir)
Framsókn: 4,5% (2 tingsessir)
Miðflokkurin: 3,9% (1 tingsessur)

Meira um tað kanningina sæst her

Les eisini:Nýggj veljarakanning: Fýra teir størstu fáa 7 tinglimir hvør

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder