Politikkur

Fólkaflokkurin hevur tikið størstu stigini á sjálvbjargniskós

...

2019-06-03 16:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Er tað nakað, sum eyðkennir Fólkaflokkin, so er tað praktiskur politikkur. Fólkaflokkurin fremur úrslit og fer eisini á val til Fólkatingið fyri at fremja praktiskan politikk við kós móti einum sjálvbjargnum Føroyum. Søguliga sæð hevur Fólkaflokkurin vunnið størstu sigrarnar fyri Føroyar og føroysku tjóðina.Dømi um hetta er yvirtøkan av føroysku undirgrundini, rættindi til øll ráevnini í undirgrundini, bankaavtalan, ið hevði eitt virði á 2,5 milliardir fyri tað føroyska samfelagið, makrelstríðið, sum okkara landsstýrismaður í fiskivinnumálum stóð á odda fyri og tryggjaði okkum eitt virði á áleið 1 milliard krónur. Hetta eru stig, sum hava flutt Føroyar mílafet fram á sjálvbjargnisleið. Tað er fínt at tosa hugsjónir, sum Tjóðveldi hevur gjørt á fólkatingi, og tað er fínt at tosa um sjálvsavgerðarrætt, men um tú ikki hevur úrslit at vísa á á sjálvstýrisleið, so eru orð sum sjálvsavgerðarrættur og sjálvstýrisrødd á danatingi lítið verd.

Vit hava sett okkum fyri, at fólkatingssessurin skal brúkast til at fremja heilt ítøkilig mál. Eitt av hesum málum er yvirtøkan av loftrúminum.

Vit ynskja, at loftrúmið skal gerast føroyskt, tí loftrúmið gevur okkum bæði inntøkur, førleikar, vitan og størv. Danmark hevur gjørt avtalu við Ísland um loftrúmið, og Føroyar hevur onki innlit í tær inntøkur, vit hvønn dag missa frá flogførum, ið flúgva í føroyskum loftrúmi. Ein leyslig meting er, at Føroyar missa áleið 100 mió. árliga orsaka av hesum órímuliga býtishandli. Vit fingu undirgrundina føroyska, nú fara vit eftir at gera loftrúmið føroyskt.

Vit í Fólkaflokkinum fara eisini eftir at fáa broytt uttanríkispolitisku heimildarlógina, soleiðis at Føroyar kunnu gerast limir í alheims handilsfelagsskapinum, WTO. Ein slíkur limaskapur er neyðugur fyri, at Føroyar kunnu gera fríhandilsavtalur við tey lond, vit ynskja fríhandil við. Hetta fyri at veksa um tann føroyska búskapin og harvið gera okkum meiri sjálvbjargin. Okkara fólkatingsumboð vil vera longdi armurin hjá føroyska landsstýrinum og við hegni og diplomatiskum samstarvi mýkja donsku stjórnina til at geva føroyingum hesi týdningarmiklu rættindi. Tað er ein orsøk til, at tað er munur á løgfrøði og politikki. Summi politikarar hanga seg í løgfrøðina fyri, at viðurskifti ikki kunnu broytast, meðan aðrir politikarar ynskja at broyta løgfrøðina við menning og møguleikum fyri eyga. Føroyar hava flutt seg ínn í ein nýggjan altjóða veruleika, og sjálvsagt eigur grundlógin eisini at endurspegla hendan veruleikan. Her er brúk fyri dugnasemi og politikarum, ið vilja fremja broytingar fyri tað føroyska samfelagið.

Hetta vilja vit í Fólkaflokkinum arbeiða fyri á fólkatingi. Tí er tað umráðandi, at øll fólkafloksfólk fara á val til frama fyri Føroya land.

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder