Politikkur

Fólkaflokkurin eigur at biðja Kringvarp Føroya um umbering

...

2015-05-20 17:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað sømir seg ikki einum politiskum flokki at fara lætt um sannleikan. Men kortini er tað júst tað, ið Fólkaflokkurin ger í tíðindaskrivi, har flokkurin hartar Kringvarp Føroya fyri ikki at siga sannleikan. Eg vil siga, at flokkurin beinleiðis lýgur fyri fólkinum, og roynir at flyta fokus frá egnum vánaligum politiskum avgerðum.

Aðalskrivarin í danska búskaparráðnum, John Smith, hevur verið á vitjan í Føroyum í samband við ráðstevnu, ið hildin var um fíggjarliga gjaldføri landsins í Norðurlandahúsinum.

Í hesum sambandi gjørdi Kringvarp Føroya samrøðu við John Smith. Í útvarpstíðindunum á miðdegi, mánadagin 18. mei, varð John Smith spurdur um ymiskt, millum annað um forskattingina av pensjónum.

Fólkaflokkurin hevur neyvan hoyrt hesa samrøðu, tí at Fólkaflokkurin hevur sent miðlunum tíðindskriv, har ið flokkurin er ónøgdur við tíðindaflutningin í samband við ráðstevnuna.

Í grein á portalinum stendur, at ???Fólkaflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at niðurstøðan hjá Kringvarpinum var, at "Forskatting skaðar haldførið", men at flokkurin er ósamdur í, at niðurstøðan hjá stjóranum í danska búskaparráðnum var tann sama.???

???Tað byggir hvørki á samrøðuna ella á sannleikan. Tvørturímóti. John Smith vísti forskattingini vælvild. Tí er tað okkurt, ið bendir á, at KVF byggir sína grein á subjektivu metingina hjá journalistinum. Annars hevði greinin verið orðað øðrvísi.???

Víðari skrivar Fólkaflokkurin, at Kringvarp Føroya eigur at koma við eini umbering:

???Tí sømir tað seg hjá almenna Kringvarpinum, hvørt grundarlag er Public Service sáttmálin, at stovnurin endurgevur veruleikan. Ikki reingir hann. Tískil átti Kringvarp Føroya at komið við einari almennari umbering, heldur Fólkaflokkurin.

Altso, sambært Fólkaflokkinum vísti John Smith forskattingini av pensjónum vælvild.

Eg fari hervið at heita á Fólkaflokkin um at taka hesar útsagnirnar aftur, og at alment biðja Kringvarp Føroya um umbering fyri tíðindaskrivið.

Veruleikin er, at tað, sum ført verður fram í tíðindaskrivinum er lodrøtt lygn.

Eg loyvi mær at endurgeva úr samrøðuni, ið Marjun Dalsgaard gjørdi við John Smith, og sum send varð í útvarpstíðindunum mánadagin.

Marjun Dalsgaard: ???Man har fremrykket skatten på pensioner. Er det en god idé, synes du?"

John Smith "Nei. Det er en, i hvert fald i forhold til at klare det finanspolitiske holdbarhedsproblem, så er det ikke en løsning. Tværtimod så indebærer det en risiko for at de skatteindtægter, som man får i dag, når man fremrykker beskatning af pensioner, dem ville man have fået ude i fremtiden, hvor der måske er mere brug for dem, fordi befolkningsudviklingen trækker i retning af, at vi får underskud på langt sigt. Hvis man så trækker de penge fra fremtiden til i dag, virker det umiddelbart positivt på de offentlige finanser. Underskuddet i statskassen bliver lidt mindre. Men hvis man så bruger pengene på skattelettelser i dag, som jeg har forstået, at man har gjort, så har man ikke den positive effekt på de offentlige finanser i dag, men pengene mangler ude i fremtiden. Det betyder man har forværret den finanspolitiske holdbarhed, så man har simpelthen gjort stik det modsatte af det, man burde have gjort."

Marjun Dalsgaard: "Er det en regning til vores børn?"

John Smith: "Det tror jeg godt, man kan tillade sig at kalde det, ja."

Vísir John Smith forskattingini vælvild?

Nei, hann sigur at tað ein rokning til okkara børn, og at sitandi samgonga hevur gjørt júst tað øvugta av tí, ið átti at verið gjørt.

Tí bíði eg nú eftir, at Jørgen Niclasen, formaður í Fólaflokkinum, kemur við umbering til Kringvarp Føroya fyri tíðindaskrivið, flokkurin hevur sent miðlunum.

Tór Marni Weihe, løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder