Ein greið ætlan eigur at gerast fyri atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann hevur tí sett landsstýrismanninum á økinum ein fyrispurning um hetta.
Vit skriva 2020, og framvegis eru nógvir almennir bygningar kring landið, har fólk við rørslutarni ikki sleppa inn. Tað er als ikki í lagi, heldur Jóhannis Joensen, sum í fyrispurningi til landsstýriskvinnuna við almannamálum biður um eitt yvirlit yvir allar almennar bygningar, har rørslutarnað ikki hava góð atkomuviðurskifti. Eisini vil hann hava at vita, nær vit kunnu vænta, at rørslutarnað sleppa inn í allar almennar bygningar kring landið.
- Politiski myndugleikin eigur at hava eina greiða ætlan fyri, nær allir almennir bygningar skulu vera dagførdir, so øll hava somu atkomu. Fólk, sum hava rørslutarn, mugu fáa at vita, hvørjar ætlanir eru at bøta um hesi viðurskifti. Tað er altavgerandi fyri lívsgóðsku teirra, sigur Jóhannis Joensen. Hann veit um fleiri dømi, har atkomuviðurskiftini hava verið stór forðing í lívinum hjá fólki og greiðir frá eini hending, sum hann fyri kortum hoyrdi um.
- Eg veit um eina unga gløgga gentu, sum er fødd við rørslutarni og situr í koyristóli. Eins og hinir floksfelagarnir gleddi hon seg at sleppa í starvsvenjing í 9. flokki. Hon søkti um at sleppa á ein almennan stovn, men fekk noktandi svar, tí atkomuviðurskiftini ikki vóru í lagi. Sama skil var á næsta almenna stovni, sum hon kundi hugsað sær at sloppið í starvsvenjing. Hetta kunnu vit ikki bjóða fólki, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Landsstýrismaðurin við vinnumálum skal svara fyrispurninginum frá tingmanninum innan 10 yrkadagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald