2019-08-04 13:03
Vanliga ferðslan er nógv økt seinnu árini. Og hetta merkist eisini á eystara armi á Skálafjørðinum. Eftir at Eysturoyartunnilini er tikin í brúk um eitt ár ella so, fer øll ferðsla til og frá Norðoyggjum, Leirvík, Fuglafirði og Gøtu at ganga ígjøgnum økið frá Søldafirði til Runavík.
Hervið fer ferðslan at økjast munandi - onkur væntar at ferðslan gjøgnum økið verður dupult so nógv sum í dag.
Innkomuvegurin er ein týdningarmikil partur av Eysturoyartunnlinum, sum liggur í einum 100% almennum partafelagi. Tað kann ikki bíðast í fýra ár at fáa eina loysn á innkomuvegnum - sum tilfeldi var í Leirvík.
Tá løgtingið í 2014 einmalt samtykti, at farast skuldi undir verkætlanirnar Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil, samtykti løgtingið samstundis at ???Landsverk undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, skal góðkenna tunnilsverkætlanirnar, herundir vegagerð og tunnilsgerð, áðrenn tunnilsarbeiði verður sett í verk???.
Verkætlanin er sum kunnugt væl ávegis, men ongin loysn er funnin á innkomuvegnum til og úr Runavíkini. Landið má tí beinanvegin taka ein størri leiklut at fremja henda innkomuveg.
Tá løgingið fór til hús fyri trimum mánaðum síðani, hvarv øll vón um at fáa ein leist til innkomuveg í hesum valskeiðnum.
Vestaru megin er ein loysn funnin, og i 2016 hava Tórshavnar Kommuna og Samferðslumálaráðið undirskrivað eina avtalu um innkomuvegin til Tórshavn. Henda avtala gongur út uppá, at Landið rindar 69% av kostnaðinum, Tórshavnar Kommuna 15% og Tunnilsfelagið 16%.
Hóast vit fleiri ferðir hava hoyrt Runavíkar Kommunu verið frammi, og víst á týdningin av at fáa gjørt okkurt munagott, samstundis sum fylgjandi landsstýrifólk í Samferðsluráðnum hava verið í miðlunum um málið, eru innkomuvegurin ikki nærri eini loysn.
Støðan er ikki haldbar og í veruleikanum er mann ikki greiður yvir, hvussu stórur trupulleikin verður, tá tunnilin opnar um eitt gott ár. Longu í dag er trupult at fáa ferðsluna at glíða gjøgnum høvuðsvegin á eystara armi á Skálafjørðinum.
At føra ferðsluna gjøgnum høvuðsvegin á Glyvrum, Saltangará og Runavík er ikki nøkur loysn. Tá loysnin er vánalig, so fær tunnilsverkætlanin ikki tað virði sum annars kundi verðið. Vandi er fyri, at tað verður so trupult at koyra hesa leiðina, at alternativ koyring verður brúkt. So er lítið vunnið í mun til umhvørvi, slit á bilar og sparda tíð, um meginparturin fer at koyra 20 km inn á Strendur. Og at bíða eftir tunnli úr Gøtudali og inn í Skálafjørð kann taka 10-15 ár, við teimum raðfestingum sum eru gjørdar.
Eg vænti, at fólk vakna við kaldan dreym tá tunnilin opnar. Tá verður ruðuleiki. Vónirnar eru stórar til tunnilin letur upp, men tað má ikki skugga fyri viti og skili í sambandi við innkomuvegin, so hesin verður ???gloymdur???.
Tí hevur tað skund at fáa eina loysn, og eitt nýtt Landsstýri hevur sum eina av fyrstu uppgávunum at finna ein leist fyri innkomuvegin, saman við Runavíkar Kommunu og Tunnilsfelagnum.
Fyrst má finnast útav hvussu verkætlanin skal síggja út. Fleiri uppskot hava verið frammi í almenna rúminum, men tey hava sínar fyrimunir og vansar - og ikki minst er kostnaður ymiskur.
Tá greiða er fingin á verkætlanini og kostnaði, er eftir at finna eitt býti fyri gjald av verkætlanini.
Og hvat er meira natúrligt enn, at býtið verður tað sama sum vestanfyri.
Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald