Politikkur

Fólk skulu sjálvandi bæði hava rætt og møguleikan at byggja uttanfyri Havnina

...

2019-06-26 11:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

-ella tað ílagi, at forðingar verða lagdar ívegin ?

Alment hevur verið frammi, at tað er ómetaliga trupult hjá fólki, ið ætla at byggja sær hús á bygd, at fáa lán frá peningastovninum.

Sagt verður, at ein av orsøkinum til hetta er, at marknaðarvirði á húsum á bygd er munandi lægri enn á húsum í Havnini.

At peningastovnarnir, eftir øllum at døma, eru trekir at veita fígging til bygging av húsum á bygd, ella uttan fyri høvuðsstaðarøkið, er bæði harmuligt og átaluvert!

Heldur hendan gongdin fram, ja, so er ikki ringt at ímynda sær, at miðsavnanin(sentraliseringin) tekur dyk á seg.

Tað kann ikki vera rætt, at peningastovnarnir á hendan hátt, í roynd og veru, forða fólki í at búseta seg á bygd og sostatt stýra bústaðarmynstrinum í Føroyum.

Um peningastovnarnir ikki sjálvir taka annað skinn um bak, so mega onnur átøk til!

Tí eingin ivi skal vera um, at tað eigur ikki at vera peningastovnarnir ið stýra skulu hesum landi. Fara teir út um mark ??? Ja, so er tað skylda hjá politiska mynduleikanum at fáa peningastovnarnar at rætta kósina.

Hetta er nakað sum komandi landstýri/løgting eigur og skal leggja sær í geyma.

Tordur J. Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder