Politikkur

Føgur orð loysa ikki kreppur

...

2021-01-17 16:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Heimurin stendur framman fyri eini katastrofalari hitahækking. So hvøss var útmeldingin hjá ST fyrr í vikuni. Hesa øldina kunnu vit vænta, at hitin í miðal hækkar við 3 til 5 hitastigum. Tað er óhugnaligt og farligt fyri framtíðina. Tí skulu øll lond hava veðurlagspolitikk sum toppprioritet, ljóðar útmeldingin frá ST.

Síðan 1. januar hava Føroyar ongan veðurlagspolitikk havt. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvussu kundi tað ganga so galið við undanfarna veðurlagspolitikki, men vit eiga heldur at brúka orku uppá at finna loysnir upp á trupulleikan og at arbeiða saman. Vit mugu handla - eisini í Føroyum.

Vit mugu seta okkum eitt mál og eina greiða ætlan, og vit mugu fylgja tí. Veðurlagsbroytingarnar raka okkum øll, og loysnirnar fyri at basa teimum, eru í flestu førum tøkar, og tær skulu brúkast í øllum samfelagnum - tá tað kemur til upphiting, vernd av vátlendi fyri taka upp koltvíiltu, orkusparing, vinnuvirksemi, fiskiflota og húsarhald v.m. Vit mugu tryggja okkum, at øll eru við, og at eingin dettur niðurímillum. Hesi átøk skulu skundast undir beinanvegin, har grundleggjandi hugsjónin er, at tað skal loysa seg at velja grønt.

Fyri at tryggja okkum, at okkara átøk eru nøktandi og føra okkum á mál, mugu vit á hvørjum ári hava yvirlit yvir gongdina, og heldur útlátið áfram við at økjast, skulu fleiri átøk leggjast afturat. Tøknin betrast jú eisini allatíðina, og tí er tað eisini týdningarmikið, at vit fylgja upp javnan, tí summi ting kunnu leggjast afturat og betrast.

Ja, hetta eru alt føgur orð, men føgur orð eru bara politiskir dreymar, um handlingar ikki eru aftanfyri. Vit vilja tí hava eina veðurlagslóg, har vit binda okkum til at halda veðurlagsmálið.

Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder