Politikkur

Floksting 2020

...

2020-10-18 09:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Floksting Tjóðveldis verðurá Hotel Brandan leygardagin 31. oktober 2020 kl. 10.00 til 16.00

Flokstingið er útsett tvær ferðir vegna Korona. Aðalstjórnin hevur nú gjørt av at hava flokstingið við teimum atlitum, sum almennu tilmælini áseta.

Flokstingið hevur eina ásetta lógarfesta skrá, millum annað framløga av grannskoðaðum roknskapi, umrøða og atkvøðugreiðsla av innkomnum uppskotum, val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum, formansrøða.

Almenningurin hevur atgongd til flokstingið, tað er tó tilmelding neyðug. Hetta gerst við at senda teldupost til: [email protected]

Fráboðanarfreistin er hósdagin 29. oktober. Tað er avmarkað, hvussu nógv pláss eru.

Formansrøða verður stroymd á heimasíðu og Facebook síðu floksins.

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder