Politikkur

Flokkarnir møtast aftur nú

...

2019-09-12 21:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í skrivandi stund møtast umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin í løgtinginum.

Tað er annars útvið eitt døgn síðani, at partarnir hava sitið á fundi saman, tí eingin semja var funnin tá ið flokkarnir fóru til hús klokkan 23 í gjárskvøldið.

Vit hava ikki sæð Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðara, men vit hava bæði sæð Jørgen Niclasen og Jenis av Rana her í løgtinginum. Vit hava eisini sæð onnur umboð fyri flokkarnar her í kvøld.

Dagført kl 22:20: Nú sita Jørgen, Bárður og Jenis á fundi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder