2019-09-11 16:36
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin nærkast einari samgongu.
Klokkan 19 í kvøld fer Sambandsflokkurin saman við sínum baklandi og tað sama ger Miðflokkurin tá um 19-tíðina.
Tá ið vit spurdu Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðara, um málsøkini eru býtt út á flokkarnar, svararði hann, at tað er tað tey tingast um nú. So man kann rokna við, at formennirnir hava roynt at býtt málsøkini millum sín í dag, og skulu baklondini nú góðkenna tað, ella siga sína meining.
Flokkarnir gjøgnumganga samgonguskjalið við baklondini í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald