2020-03-12 17:45

VÁGA FLOGHAVN: TIL TESS AT AVMARKA CORONA/COVID-19 SMITTUVANDAN, HEVUR VÁGA FLOGHAVN FYRIBILS SETT HESI TILT??K Í VERK:
- Bert ferðafólk og starvsfólk í farstøðini hava loyvi at vera inni í farstøðini/terminalinum.
- Avvarðandi hjá ferðafólki, sum ynskja at fylgja ella taka ímóti sínum nærmastu, verða biðin um at halda seg á parkeringsøkinum við flogvøllin.
- Hýruvognsførarar, bussførarar og onnur, sum koyra ferðafólk til og frá farstøðini, verða biðin um at halda seg uttanfyri farstøðina.
- Ferðafólk sum eru ávegis til Føroyar, skulu áðrenn fráferð tryggja sær egnan flutningsmøguleika frá flogvøllinum við bussi, hýruvogni ella privatum flutningi.
- Ferðafólk kunnu einans hava 1 stk hondviðføri + 1 lítla teldutasku, sum tilsamans viga í mesta lagi 8 kg, við sum hondviðføri. Alt annað viðføri skal innskrivast.
- Tollfría sølan/Duty Free í farstøðini verður stongd fyri komandi ferðafólki, og hesi fara í staðin út í viðførismóttøkuna gjøgnum aðra gongd.
(dagført 12. mars 2020 kl. 16.50)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald