Politikkur

FLEXBARSIL ??? frælsi at velja

...

2020-02-24 09:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tjóðveldi hevur smíðað uppskot um eina liðiliga barsilsskipan, sum gevur familjum møguleika at seta saman barsilsfarloyvið júst soleiðis, sum tann einstaka familjan hevur tørv á. Flexbarsil er ein klippikortskipan, har foreldrini kunnu velja at brúka barsilsfarloyvið yvir trý ár. Fleiri aðrir batar eru í uppskotinum, eitt nú fyri lesandi, fyri fólk, sum flyta av landinum í útbúgvingar- ella arbeiðsørindum og fyri ov tíðliga fødd børn.

- Barsilsskipnanin skal hóska til føroysku barnafamiljuna anno 2020. Flexbarsil tekur atlit til, at familjur eru samansettar og ymiskar! Men allar hava tær eitt felags ynski: At geva barninum best møguliga byrjan uppá lívið, sigur Bjørt Samuelsen, framsøgufólk í barsilsmálum fyri Tjóðveldi.

Hetta er triðju ferð, at Tjóðveldi leggur fyri Løgtingið uppskot um at gera eina barsilsskipan, sum veruliga er fleksibul. Uppskotið um Flexbarsil byggir á tey undanfarnu, men gevur enn fleiri møguleikar:

KLIPPIKORTSKIPAN FYRI ??LL FORELDUR

Flexbarsil er ein klippikortskipan, har foreldrini sjálvi gera av, nær tey brúka sínar løntu barsilsdagar. Foreldrini bæði eiga hvør sína barsilskvotu, umframt felagskvotu, sum tey kunnu býta sínámillum. Men lønta barsilstíðin verður minni fastlæst, og foreldrini fara í nógv størri mun at kunna brúka løntu barsilsfarloyvistíðina eftir egnum ynski. Klippikortið skal kunna nýtast yvir trý ár. Tað skal bera til at nýta bert part av farloyvinum, og sameina tað við partíðararbeiði ella ólønt farloyvi yvir eitt longri tíðarskeið. Foreldrini kunnu velja at vera í farloyvi við barninum samstundis ??? samlaða kvotan er tó hin sama. Velja foreldrini at drýggja lønta barsilsfarloyvið útum eitt ár, skal hetta gerast í avalu við arbeiðsgevaran.

Fráboðanarreglurnar skulu gerast munandi smidligari, so foreldur lættari kunnu tillaga farloyvið til barnsins og teirra tørv.

BETRI R??TTINDI FYRI B??RN, IÐ ERU F??DD OV TÍÐLIGA

Foreldur at præmaturum børnum fáa lønta barsilsgjaldið longt við eins nógvum vikum og døgum, sum barnið er á sjúkrahúsi. Eisini tá talan er um longri tíð enn tær 8 vikurnar, sum foreldrini í dag hava rætt til longt gjald.

H??KKA MARKIÐ FYRI ??TGJALDI

Lógarheimild verður givin landsstýrismanninum at hækka markið fyri útgjaldi, so tað í strørri mun samsvarar við lønarhækkingarnar í samfelagnum, sum verið hava hesi seinastu 15 árini ella so síðani hámarkið fyri útgjaldi varð lækkað. Landsstýrismaðurin ger reglur, sum taka atlit til fíggjarorkuna í Barsilsgrunninum.

STYKT R??TTINDI FYRI LESANDI

Skotið verður upp, at lesandi verða fevnd av skipanini og at landsstýrismaðurin fær kunngerðarheimild at gera serstakar reglur um barsilsgjald til lesandi.

Millum broytingarnar er eisini, at til skal bera hjá fólki, sum fara av landinum í útbúgvingar- ella arbeiðsørindum, at taka farloyvi frá skipanini, uttan at missa uppspardan rætt. Serstakar reglur verða gjørdar um hetta.

Dentur verður lagdur á, at neyðugt er við betri kunning um møguleikan at tekna barsilstrygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, so hesi ikki detta niðurímillum í barsilsskipanini.

Seinastu árini eru fleiri ábøtur gjørdar á barsilskipanina, og er rætturin til lønt barsilsfarloyvi stigvíst longdur. At barsilsgjaldið nú er við eftirløn, var eitt týðandi framstig.

Politisk semja tykist vera um at røkka teim 52 vikunum við løntum farloyvi. Men tíðin er búgvin nýhugsa barsilsskipanina, og við Flexbarsli fáa vit eina skipan, sum setur barnið í fokus, og gevur foreldrunum nógv betri møguleika at fáa familju- og arbeiðslív at hanga saman við barnsburði, sigur Bjørt Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder