Í dag viðgjørdi løgtingið uppskotið frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, ið hevur til endamáls at tryggja langtíðarhaldførið hjá Arbeiðsloysisskipanini. Uppskotið byggir á eina ???avtalu??? millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, men tað er nógv, ið bendir á, at avtalan er brotin. Í dag viku Samtak og Pedagogfelagið frá avtaluni.
Neyðugt við broytingum
Eri samdur við ALS stýrinum um, at neyðugt er við átrokandi broytingum, ið tryggja langtíðarhaldførið hjá ALS, men eri sannførdur um, at fyriliggjandi uppskot rakar skeivt. Sambært uppskotinum verða tey, ið gjalda til skipanina, revsað, meðan tey, ið umsita pengarnar, sleppa undan. Tað má metast at vera serstakliga óheppið, at ALS ikki tekur í egnan barm. Um hugt verður at lønarútreiðslunum eru fleiri starvsfólk, ið umsita færri arbeiðsleys.
??treiðslunar trýfaldaðar
Sambært ársrfrágreiðingini fyri 2008 vóru lønarútreiðslurnar hjá ALS umleið 6 mió. kr. Miðal arbeiðsloysi var 3,1%. Um hugt verður eftir ársfrágreiðingini fyri 2014, vóru starvsfólkaútreiðslurnar út við 15 mió. kr. Arbeiðsloysið var næstan 4%. Sostatt eru lønarútreiðslurnar vaksnar við næstan 9 mió. kr. upp á fá ár. Næstan trýfaldaðar. Um sammett verður við Barsilsskipanina, ið er ein útgjaldskipan, sum líkist ALS, kostar umsitingin 2 mió. kr. árliga.
Enda sparingarnar í umsiting?
Eri stórliga bangin fyri, at um so er, at løgtingið tekur undir við uppskotinum, enda sparingarnar í umsiting. Tað, sum vit spara í dag, verður etið av umsitingini í morgin. Tað er í hvussu so er nógv, ið bendir á tann bógvin, tí um hugt verður at løngarútreiðslunum, fara alsamt fleiri pengar til umsiting, meðan arbeiðarin, ið rindar í skipanini, verður revsaður. Tískil er tað mín vón, at landsstýrimaðurin tekur uppskotið aftur, tí fyriliggjandi uppskot rakar skeivt.
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald