2020-08-06 09:02

??varpið hjá Kringvarpinum segði fyri løtu síðani, at fleiri hava fingið staðfest korona afturat. Lars Fodgaard Møller, landslækni, upplýsir fyri Kringvarpinum at fleiri enn 14 fólk hava fingið staðfest korona afturat.
Hann vildi tó ikki upplýsa hvussu nógv fólk eru smittaði afturat, tí allar kanningarnar frá í gjár eru ikki lidnar enn.
Í gjár blivu 1500-1600 kanningar gjørdar.
Aftur í dag eru nógv fólk sum blíva kannaði fyri korona, og mynd sum Sverri Egholm (portal.fo) hevur tikið, vísir at tað er long koronakø aftur í dag. Í gjár tók tað um 4 tímar hjá onkrum sum var í kø at blíva kannaður. Í dag kann so væntast at tað verður væl longri at standa í kø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald