2020-01-03 10:56

Fleiri av uppisjóarskipunum hava loyst og eru áveg í ES-sjógv at fiska makrel. Fyrst at loysa var Høgaberg, teir eru á fiskileið, tætt vestur úr Sumburgh Head.
Tey ið eru ávegis á fiskileið í ES-sjógvi eru: Atlantic Voyager, Borgarin, Christian í Grótinum, Fram, Gitte Henning, Hoyvík, Norðingur og Fagraberg.
Helst loysa fleiri í dag ella ein av fyrstu døgunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald