Mentan

Flaggrøðan á Giljanesi

...

2015-04-26 00:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu áhoyrarar!

Hesin dagur, 25. apríl 2015, er ein stórur dagur, tí í dag fyllir flagg okkara, Merkið, 75 ár. Fyri 75 árum síðan gjørdu bretar av, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi, og sostatt var stríðið fyri at fáa Merkið viðurkent sum flagg okkara, næstan komið at enda. Veruliga vunnið var stríðið ikki fyrr enn 8 ár seinni, tá heimastýrislógin var sett í gildi, tí ikki fyrr enn tá viðurkendu danir Merkið.

Stríðið fyri at fáa eitt serstakt føroyskt flagg byrjaði langt frammanundan. Tað vóru ungir, føroyskir studentar, sum lósu í Keypmannahavn, sum bóru flaggið fram á fyrsta sinni í 1919, og nógvir føroyingar tóku væl ímóti tí. Tað var ikki loyvt at flagga við Merkinum, danska yvirvøldin og eisini nakrir føroyingar vóru harðliga ímóti, men eldsálir bæði á sjógvi og landi vildu ikki geva seg undir forboðið og vundu kortini Merkið á stong.

Tá 2. heimsbardagi brast á, Týskland hertók Danmark og Ongland hertók Føroyar, bar sum kunnugt ikki til hjá føroyskum skipum at sigla undir donskum flaggi. Soleiðis varð føroyska flaggið viðurkent, og 25. apríl bleiv flaggdagur okkara.

Sama rørsla, sum stríddist fyri at fáa føroyingum sítt egna flagg, stríddist eisini á øðrum økjum. Tað byrjaði av álvara á tiltikna jólafundinum í 1888, tá góð fólk savnaðust við tí endamáli at verja Føroya mál og Føroya siðir. 40 ár seinni var loyvt at undirvísa á føroyskum í skúlanum, og ikki fyrr enn árið eftir kundi loyvi gevast at nýta føroyskt innan kirkjugátt!

Av tí sama er tað sárt at síggja, at ikki øll halda, tað hevur týdning framhaldandi at verja Føroya mál og Føroya siðir. Sjálvandi broytist málið nakað, allir siðir eru ikki verdir at varveita, og nýggir siðir leggjast afturat ??? men tað er ikki rætt at tveita alt fyri borð.

Tað tekur langa tíð at byggja upp, men tað er skjótt at bróta niður!

Í mínum starvi sum lærari í føroyskum hendir tað seg av og á, at onkur næmingur spyr: ???Hví skulu vit duga so væl føroyskt???? Tað er í grundini ein góður spurningur, sum ikki altíð er so lættur at svara soleiðis, at tað er lætt at skilja. Tað hevði uttan iva verið nógv lættari bara at tosað og skrivað sum best ber til, og bíligari hevði tað eisini verið, tí so nýttist okkum lítið og einki undirvísingartilfar á føroyskum, og ikki hevði verið neyðugt at týtt bøkur og annan lesnað til føroyskt. Vit kundu verið nøgd við, at so lítið er at hoyra av føroyskum í sjónvarpinum, og tað gjørdi einki, at teldumál og annað tílíkt alt er enskt. Men prísurin fyri at spara á hesum økjum er høgur!

Um vit, sum búgva í Føroyum, ikki virða okkara móðurmál, fjálga um tað og gera okkum ómak, hvør skal so gera tað? Tað er bara her hjá okkum, at júst okkara mál verður nýtt. ??ll okkara søga er goymd í málinum. Málið knýtir eitt fólk saman, tað er sálin í eini tjóð, fer málið, so fer mentanin eisini.

Ein partur av okkara gomlu mentan, sum fyri meg hevur so nógv at siga, er føroyski dansurin. At koma saman í einum felagsskapi tvørtur um øll mørk og kvøða, lurta og dansa saman. Ongar treytir verða settar, fyri at vera við. Har verður einki aldursmark sett, um tú kemur stakur ella sum par er líkamikið, hvaðani ella hvør tú ert, hevur ongan týdning. Og meira tú dansar, stuttligari og hugaligari er tað.

Hesin dansur var einaferð til um stóran part av Europa, nú er hann bara til hjá okkum, men hann verður ikki verandi til uttan at vit halda hann livandi. Og eins og við málinum, so kann eingin gera hetta fyri okkum.

Nú eg havi tosað um mál okkara og dans, komi eg í tankar um eina hending, sum var mær og øðrum fyri fyri nøkrum árum síðan.

Vága dansifelag var í Danmark á dansistevnu saman við øðrum norðurlendskum dansarum. Á hesum ferðum plagdu vit at fara til eina gudstænastu, sum var fyri okkum dansarar. Tað vóru vit eisini hesa ferð. Vit vóru øll í tjóðbúna, og løtan var bæði hátíðarlig og hugnalig. Aftaná prædikuna greiddi presturin frá, at vit høvdu sungið ein ávísan danskan sálm, tí at hann var umsettur til øll hini norðurlendsku málini ??? og so nevndi hann øll málini, men ikki føroyskt. Nøkur okkara fóru aftaná gudstænastuna til prestin at siga honum, at danski sálmurin var eisini týddur til føroyskt. Vit stóðu sum Kánus, tá hann svaraði. Hann segði: ???Føroyskt er einki mál???. Vit royndu at mótmæla, tosaðu føroyskt og spurdu, um hann skilti, tað gjørdi hann ikki, men einki hjálpti. Hann hevði verið í Føroyum, og hann visti, at føroyskt var einki mál, allarhægst ein dialekt.

Helst hevði hann bara tosað við fólk, sum hava roynt at tosa danskt, og hann hevur so hildið tað verið okkara mál, men tað var ein sera løgin og keðilig uppliving. Eg fór úr kirkjuni við eini kenslu av at vera vanvird og ikki vera viðurkend sum føroyingur og sostatt heldur ikki sum menniskja. Tað er ikki ein góð kensla.

Vit eiga at virða øll fólkasløg. At vit eru fjølbroytt, ger bara lívið ríkari. Virðing eigur at vera bæði millum lond og millum menniskju, og fyri at virða onnur, mugu vit eisini virða okkum sjálv.

Tað er óvirðiligt, at Merkið ikki sleppur at veittra frítt millum onnur fløgg allastaðni úti í heimi, har føroyingar eru. Eg havi stóra virðing fyri okkara ítróttarfólki, tá tey ikki vilja luttaka á stevnum og í kappingum, uttan so, at tað kann vera sum føroyingar undir føroyskum flaggi. Samstundis skilji eg væl, at ítróttarfólk vilja sleppa at royna seg á høgum støði millum javnlíkar og velja at luttaka í altjóða kappingum sum danir. Spell er tað, men leiðin at koma á mál hesum viðvíkjandi vísir seg at vera drúgv.

Gjøgnum hesi 75 árini hevur Merkið prógvað virðið sítt. Vit hava tikið tað til okkara og hava tað frammi í øllum lívsins viðurskiftum, bæði í gleði og sorg. Føroyska flaggið, sum fyri okkum er serliga vakurt, júst tí at tað er okkara, tað veittrar fyri okkum høgtíðsdagar og tungar dagar, tá ein av okkara kæru er farin. Til millumtjóða ítróttarkappingar er Merkið við ??? í hvussu er á áskoðarapallinum ??? og tá brúdleyp ella serligir føðingardagar eru, so er føroyska flaggið har. Men tey, sum bera flaggið víðast um í heiminum, eru sjófólk okkara ??? tey, sum av fyrstan tíð tóku so væl ímóti føroyska flagginum. Allastaðni, har føroysk skip eru, er Merkið eisini.

Flaggið, málið og mentanin øll eru samanhangandi partar av eini heild. Í heimshøpi eru vit ein elalítil tjóð í einum landi, sum er so lítið, at tað illa sæst á heimskortinum. Men fyri okkum, sum búgva her, er hetta ein heilur heimur. Tá Merkið verður vundið í húnar hátt, og tjóðsangurin verður sungin ??? um tað er á ólavsøku, flaggdagin ella til ein fótbóltsdyst ??? so orni eg um hjartað. Her eri eg, mitt í heiminum, hetta er mítt fólk, hetta er mítt Merkið!

Góðan flaggdag ??? takk fyri.

Hervør Jørgensen.

Sí myndir HER.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder