Mentan

Flaggdagshald í Vestmanna

...

2016-04-25 11:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 14.00.

Marjun í Kálvalíð heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning. Sí renniteinarnar niðanfyri.

Í Miðhøllini skipar VÍF kappróður fyri ymiskum tiltøkum.
Teir ungu rógvararnir fara at rógva stuðulsrógving av rógvimaskinu. Um fólk ikki hava fingið teknað stuðulsbræv áðrenn Flaggdagin, er møguleiki at gera hetta á staðnum, meðan róð verður.
Á skránni verður eisini tombola og fólk fáa møguleika av síggja nýggja 6-mannafarið Fortunu.

Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt og somuleiðis ein drekkamunn við onkrum afturvið inni í Miðhøllini aftan á haldið og renningina.

Fornminnisfelag
Fyri at menna áhugan millum manna fyri bygdarsaøguni og teimum sjónligu eyðkennum, sum forfedrarnir av avrikað og lagt úr hondum her á staðnum, hevur ein áhugabólkur ætlanir um at stovna ella endurstovna Vestmanna Fornminnisfelag.
Flaggdagin, kl. 16, hittast øll áhugaði til fundar uppiá í Miðhøllini til eitt kjak um fornminnini í bygdini.
??ll eru hjartaliga vælkomin.

Renniteinarnir
Tveir teinar eru at velja ímillum. Á longra teininum, sum er 5,8 km, verður runnið/gingið frá Miðhøllini, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj og inn eftir Gerðisvegi og Toftavegi. Málið er við frammanfyri Miðhøllina. 
Styttri teinurin, sum er uml. 3,2 km, er frá skúlanum, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og niðan til málið. 
Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina niðanfyri, so hon gerst størri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder