Vinna

FK: Handilin í Sandavági letur aftur 29. februar

...

2020-02-06 14:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sandavágsfólk eru sera hørm um, at einasti matvøruhandilinn í bygdini nú letur aftur, tað er FK-handilin, sum hevur verið í bygdini í nærum 14 ár.

Nú verða undirskriftir samlaðar, sum mótmæla at FK-handilin í Sandavági letur aftur - sí https://www.skrivunder.net/bartalstova.

Í rútinum stendur hetta upslagið:

"Handilin í Sandavági letur aftur 29. februar 2020.

FK hevur rikið handilin í Bartalsstovu í útvið 14 ár.

Nú er tíðin tíverri komin, at vit mugu viðurkenna,

at ikki er grundarlag fyri at reka handilin víðari á ein lønandi hátt.

Starvsfólkini í handlinum halda fram at arbeiða í Keypssamtøkuni í Miðvági.

Eisini er ætlanin, at bjóða okkara limum í Sandavági, ið ikki hava møguleika

at koma í FK í Miðvági, eina skipan við vøruútkoyring 1 ferð um vikuna.

Vit vilja takka fyri stuðuliin hesi mongu árini

og vóna at síggja tykkum í FK í Miðvági.

Eisini takka vit eigaranum av Bartalstovu fyri gott samstarv."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder