2021-01-06 15:12

Seinasta samdøgrið eru 1.854 fólk kannað fyri koronu. Fjúrtan av royndunum vóru positivar. Níggju tilburðir eru millum fólk, sum vórðu kannað, tá tey komu til Føroya, har átta av teimum vóru í einum bólki av ferðandi (hondbóltsferðalag úr Kekkia). Hinir fimm tilburðirnir vóru partur av kendari smittuketu í Føroyum. Eitt andlát við koronu er skrásett farna samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald