JN

Fjarðabein eiturkoppur funnin í Havn

...

2021-05-23 10:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðsta mikudag fann Bjørg Jóhanna Bjarnadóttur Poulsen hendan Fjarðabein eiturkoppin ( Uloborus plumipes ) í Havn.

Fjarðabein eiturkoppur er bert skrásettur umleið seks ferðir áður í Føroyum, hann krevur uppihald har tað er hiti og tí verður hann sum oftast funnin í drívhúsum, har hann kemur inn í landi við innfluttum plantum, men nú byrja fólk eisini at finna hann í urtapottum heima við hús.
 
Fjarðabein eiturkoppur er heimahoyrandi í Europa, Mið eysturi og á Fillipinunum og er innsløgdur til Argentina, eisini er hann at finna í nøkrum smærri økum í Norður Amerika.
 
Fjarðabein eiturkoppur er serstakur á tann hátt at hann ongar eitur kertlar hevur og tí vevur hann silki um livandi fongin, silkitráðurin sum verður vavdur um fongin kann verða 140 metrar langur.
 
Hannarnir eru minni enn honirnar og tað eru altíð fleiri honir enn hannar tá ið eggini klekjast. Fjarðabein eiturkoppur er sera fjøllbrøyttur á at líta í liti og rygg tegningum og hevur hetta slagi av eiturkoppun trýhyrntan bakkropp.

Orð og myndir: Rodmund á Kelduni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder