Skráin fyri Føroya Sjómannadag 2018
MIKUDAGIN 15. AUGUST
19.00
Fiskivinnutingið vigar lógina um sjófeingi
Hvussu roynist nýggja lóggávan, og hvussu gongur við skiftinum frá fiskidagaskipanini til eina kvotuskipan fyri heimaflotan?
Marknaðargrundað skipan. Fleiri aktørar inn í vinnuna. ??tlendskur ognarskapur burtur. Uppboðssøla. Menningarkvotur??????..
Á árliga fiskivinnutinginum á Sjómannadøgunum kjakast formenninir í teimum sjey politisku flokkunum um fyrstu royndirnar av fiskivinnunýskipanini.
Fiskivinnutingið er ein almennur fundur, har eisini áhoyrarnir fáa høvi at seta politikarunum spurningar.
Luttakarar:
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
Poul Michelsen, formaður í Framsókn
Orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt
Norðlýsið stroymar fundin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald