Fólkaflokkurin hevur verið ímóti tí fiskivinnunýskipan, sum sitandi samgonga hevur sett í verk.
Skipanin hevur eisini í verki víst, at hon hevur sera neiliga ávirkan á fiskivinnuna og á tað samfelagsliga avkastið, sum fiskivinnan kann geva samfelagnum.
Eftir míni metan eiga vit at fara frá verandi skipan við uppboðssølu til eina loyvisskipan har tey, sum hava rætt at fiska, rinda eitt nýtslugjald til landskassan.
Ein uppboðssøluskipan skapar ein alt ov stóran ótryggleika í vinnuni, og harvið munandi minni samfelagsligt avkast enn ein loyvisskipan.
Hesin ótryggleiki hevur við sær, at nýíløgur í skip til fiskivinnuna í stóran mun eru steðgaðar, bæði tí tey sum fiska ikki við vissu vita, hvussu leingi tey hava rættin at fiska, umframt at fíggingarmøguleikarnir vera munandi verri.
Allir privatir peningastovnar, sum vanliga fíggja fiskivinnu hava víst á henda ótryggleika, og at teir fara at veita minni fígging og at rentan verður hægri.
Tann skipan, sum verandi samgonga upprunaliga ætlaði, har størri parturin av øllum rættindum vórðu seld á uppboðssølu, hevði eisini havt við sær eina miðsavnan av rættindunum á alt færri hondum.
Ein uppboðssøluskipan er jú ein skipan, har tann sterkasti altíð vinnur.
Fiskivinnan er tann vinnan í føroyska samfelagnum, sum hevur flest ótryggleikar við sær.
Fiskivinnan hevur tí brúk fyri støðugum loyvisviðurskiftum, soleiðis at tey, sum fiska fáa lagt langtíðarætlanir.
Fiski - og alivinnan, sum báðar eru tilfeingisvinnir, eiga at hava eins møguleikar, t.v.s. fleiri ára loyvi, umframt eitt rímiligt nýtslugjald.
Í fiskivinnunýskipanini er somuleiðis staðfest, at allir útlendingar skulu úr fiskivinnuni innan fá ár.
Hetta fer at hava við sær, at rættiliga stórar peningaupphæddir skulu nýtast til at keypa út hesi minnilutapartabrøv frá útlendingum, og hetta fer at gera fiskivinnnuna veikari.
Tann skipan, sum var galdandi, og sum loyvdi útlendingum at eiga 1/3 av feløgum, sum høvdu fiskiloyvi, var skilagóð.
Tað varð greitt staðfest í lógini, at avgerðarrættur skuldi vera á føroyskum hondum.
Henda skipan eigur tí aftur at verða sett í verk, men møguliga eiga eftirlitsreglurnar at verða herdar.
Fiskivinnan hevur tørv á stórum íløgum, og tað er ein stórur fyrimunur fyri føroyska samfelagið, at útlendingar eisini kunnu eiga minnilutapartar í fiskivinnuni.
Møguleikin við útlendskum kapitali hevur í stóran mun havt við sær, at føroyingar hava fingið atgongd til vitan, og samstarv við útlendingar á fiskivinnuøkinum hevur í fleiri førum havt við sær, at samstarvið er víðkað til aðrar íløgur í føroyska samfelagnum, sum hava verið føroyska samfelagnum at stórum gagni.
Christian Andreasen,
valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald