Politikkur

Fiskivinnunýskipanin kostar hundraðtals milliónir longu fyrsta árið

...

2019-08-16 22:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú fiskivinnunýskipanin hevur verið virkin eina tíð sæst týðiliga, at hon í verkið hevur nakrar avbjóðingar og at hon hevur kostað føroyska útflutninginum hundraðtals milliónir.

Nevnast kann at reiðaríini og manningarnar á føroysku skipunum eru sera neilig fyri skipanini, og at menning og bjartskygni er við at hvørva úr okkara høvuðsvinnu.

Eg kann nevna nøkur konkret dømi um mist útflutningsvirðir til landið seinasta árið:

  • Kongafiskakvotan í Irmingarhavinum bleiv ikki fiska í ár.
  • Einki føroyskt skip fiskar rættindini eftir kongafiski norðanfyri Føroyar í ár. Hettar kann hava sera stór virðir fyri framtíðina hjá Føroyum at vinna sær rættindi.
  • NEAF C havøkið verður ikki útnytta til fullnar.
  • Nógvar menningarkvotur vórðu als ikki fiskaðar.
  • Nógvar kvotur og uppboðsølukvotur blivu ov seint útskrivaðar og tí fingið fiskiskipini munandi minni burturúr teimum. Hettar hevur viðført meirnýtslu av olju at heysta ráðvøruna, og fiskiskipini fingu minni prís fyri fiskin, tí hann er fiskaður skeiva tíð á árinum.

Reiðarar og manningar hava mist álitið á skipanina, og tað sýnist sum, at tey einastu sum halda at skipanin er góð ella brúkilig, eru teir politikkarar sum hava minst innlit í vinnuna.

Um íløguhugur og vinnarakensla hvørva í fiskivinnuni, kann hetta ávirka alt samfelagið fíggjarliga og fyri framtíðina.

Sjómenn hava uppiborið stabilitet, júst sum onnur í samfelagnum

Sjómaðurin hevur havt tað sera trupult og óstabilt í alt ov langa tíð og hetta má steðga, sum skjótast. Tí fari eg at virka fyri, at uppboðsølu- og menningarkvotur verða umlagdar til varandi loyvir, soleiðis at menning kann setast á breddan aftur hjá fiskivinnuni í Føroyum.

Hetta vil virka fyri, at reiðaríir og manningar fáa álit aftur á skipanina. Og harafturat fara sjómenn at síggja sítt arbeiðspláss, sum eitt gott framtíðartryggja og stabilt arbeiðspláss.

Breið vitan neyðug á Løgting

Tað er avgerðandi at skarðin av politikkarum, sum verður valdur inn á Løgting, samanlagt hevur eina breiða vitan. Tí, um bara politikkarar, sum eitt nú ikki hava innlit í okkara høvuðsvinnu koma inn á Løgting, kemur hettar at hava stóra neiliga ávirkan á framtíðarmenning av fiskivinnuni.

Verði eg valdur á Løgting vil eg arbeiða tætt saman við vinnuni, fyri at framtíðartryggja stabilar karmar fyri vinnuna og harvið sjómannin.

Vinarliga Hans Andrias Kelduberg

Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder