2019-07-04 15:16
Fiskivinnan kann verða sum eitt tvíeggjað svørð; tað kann skjótt enda galið um hon ikki verður handfarin rætt.
Hetta kemur til sjóndar hesar dagar, nú menningarkvotur skulu verða mantraði fyri allan framburð i Føroyum. Her er alt tøvt uppí eina stóra fløkju. At gera mál stór og fløkt og óskiljandi, tað kann ein og hvør vitugur dólgur klára. Men tað krevur eitt lítið vet av flogvitsku, og stórt dirvi at flyta seg mótsattan veg.
Tí skal mítt einfalda tilmæli verða, at fiskivinnan verður áløgd eitt tilfeingisgjald í eina trygga legu, soleiðis at hon kann effektiviserað seg enn meir enn hon er í dag og inn í framtíðina. Og peningurin sum kemur inn skal í ein ávísan mun oyramerkjast aftur til vinnuna so ella so, fyri at halda fast í ein búskaparvøkstur, sum vit eru tengd at og fiskivinnuna annars.
Við hesum leisti kunnu Føroyar eisini verða ODDVITAR við at fylgja nøkrum av heimsmálunum Hjá ST:
??? Eina munandi skerjing í CO2 útlátinum (13)
??? Pening til vinnugransking, nýskapan v.m.( 9)
??? Ábyrgdarfulla og burðardygga menning og nýtslu av rávørum (12)
??? Minka um hungur í verðini, við at útnytta meir av tí sum kemur uppúr havinum til mannaføði (2)
??? Tryggja heilsugóðan kost úr fiski (3)
??? Búskaparvøkstur við nýggjum vinnum og vinnuátøkum við meir nýtslu úr rávøruni úr sjónum (8)
Hetta er alt ein spurningur um politiskt stórsinni, har átøk hava avleiðingar, men við einum størri máli sum stavnhaldið.
Tá man skal bróta niður nakað, bert fyri at finna útav hvat tað í veruleikanum var, tá hevur man mist burtur alt vanligt vit og skil, og ikki minst nakað av vísdómi. Tá tykist sum ein stórur partur av politisku skipanini hevur mist fiskivinnukósina úr eygsjón, og skipið er fari at bakka fram.
Veruligur framburður krevur sjálvdan meir enn vanligt vit og skil. Tað tykist sum vit hava eitt harkalið sum í Brestiskvæðinum: ???Hann í alist við øsku allan dagin, lítið í leikum dugir???.
Fiskivinnan skal fáast á rætta kós aftur, og lyftast á eitt enn hægri støði enn hon er í dag. Og tað er ikki spurningur um allar teir førleikar og ta serfrøði, sum koma at gera munin. Tað er okkar val sum í veruleikanum gera allan munin.
Hetta er mítt val og mín áskoðan. At kenna hvat er rætt at gera, og ikki at gera tað; tað er bert væntandi av dirvi.
Pól Huus Sólstein, valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald