Politikkur

Fiskivinnan má aftur fáa tryggar karmar

...

2019-02-19 14:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var greiði boðskapurin, sum teir 240 áhoyrarnir fingu á stóra fiskivinnifundinum hjá Fólkaflokkinum á ??støm.

Fyri fullum húsi í ??støm í gjárkvøldið, vóru framløgur um flestu tættir í fiskivinnuni. Tað gekk fram, at verandi ótryggu karmar, steðgar framburðinum.
Ynskja vit framburð og virðisøking, er neyðugt at endurnýggja seg og ynskja vit eina grøna kós, er eisini neyðugt við endurnýggjan.
Um tað skal henda er neyðugt, at vinnan aftur fær tryggar og varandi karmar. Neyðugt er, at fiskiloyvini í hvussu er fáa somu gildistíð sum alivinnan, nevnliga 12 ára loyvi. Tá verður møguligt at fíggja og byggja nýtt.
Uppboðssølan av fiskirættindum virkar beint ímóti ynskinum at endurnýggja. Tí eigur hon at takast av beinanvegin.
Heimaflotin má virka undir eini fiskidagaskipin, og tí má alt tos um kvotuskipan til heimaflotan sløkna.
Við veiðigjøldum, p/f- og kapitalvinnings-skatti, uppboðssølugjøldum og lønarskatti hjá manningum, rindaði fiskivinnan 900 mió. kr í lands- og kommunuskassarnar í fjørð. Tað svarar til 33% av avreiðingarvirðinum. Við so høgum gjøldum, er trupult at byggja nýtt.
Um politikkarar veruliga ynskja virðisøking og eina grøna kós, er alneyðugt, at vit aftur fáa tryggar og varandi kamar fyri fiskivinnuna.

Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, form.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder